Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: uefa.com

Í bólk við Georgia og Grikkalandi

SKRIVAÐ: FSF  |  05.11.2025 - 09:36 Ítrottur Tíðindi

Í komandi HM undankapping hjá kvinnum, sum verður spæld næsta ár, verða Føroyar í bólki saman við Georgia og Grikkalandi.

Á middegi týsdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi HM undankapping hjá kvinnum, sum er á skránni komandi ár.

Føroyar eru í deild C, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at føroyska kvinnulandsliðið kom í bólk C4 saman við Georgia og Grikkalandi.

– Hetta eru tvey spennandi lond, sum vit nú skulu royna okkum ímóti, og vónirnar eru góðar. Vit arbeiða eisini við at fáa onkrar venjingardystir við hóskandi mótstøðu, so vit síggja við spenningi fram ímóti komandi landsliðsári, sigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 61, meðan Georgia er nummar 121. Føroyar eru í løtuni nummar 105 av teimum 196 londunum, sum eru á listanum.

Dystaskráin fyri HM undankappingina hjá kvinnum verður væntandi klár í morgin ella hósdagin. Dystirnir verða spældir í mars, apríl og í juni mánað komandi ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…