Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ókeypis fyrilestur við skíggjaserfrøðinginum, Imran Rashid

SKRIVAÐ: betri.fo  |  05.11.2025 - 13:23 Tíðindi

Í meira enn eitt áratíggju hevur fartelefonin, teldan og sosialir miðlar verið fastur partur av gerandisdegnum hjá okkum flestu. Men nú eru vit øll so smátt farin at ásanna, at tað, sum skuldi savna okkum, hevur skilt okkum sundur. Nú ganga vit heldur við ringari samvitsku og hava kanska ikki amboðini til at broyta tað

 

 

Spurningarnir, sum standa eftir hjá nógvum, eru: Hvat gera vit? Hvussu sleppa vit burtur úr hesum?

Sum ein liður í SkíggjaSunn-átakinum bjóðar Betri Trygging til spennandi og læruríkan fyrilestur um hetta evnið á 17. november.

Danski Imran Rashid hevur svarið upp á spurningarnar omanfyri. Hann er lækni og hevur granskað í skíggjanýtslu í meira enn 20 ár, og í fjør gav hann út bókina “Skærmsund”. Við bókini hevur hann sett sær fyri at hjálpa foreldrum at fáa familjulívið í javnvág aftur.

Fyrilesturin tekur støði í bókini, sum snýr seg um, hvussu familjur fáa eitt sunnari og meira tilvitað tilknýti til skíggjar. Bókin er ein vegleiðing við ítøkiligum amboðum til bæði børn og vaksin.

Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll - og kanska serliga til foreldur, sum føla seg hava mist tamarhald á støðuni, og sum sakna kvalitetstíðina saman.

Fyri Imran snýr hetta seg ikki um at rita út av øllum sosialum miðlum ella at tveita allar skíggjarnar vekk. Hetta snýr seg um at vera meira tilvitandi um, tað ið vit gera.

Fyrilesturin er ókeypis og verður hildin á Glasi.

Les meira og tekna teg á www.betri.fo/imranrashid

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…