Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv, um russar boykotta

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.11.2025 - 15:45 Tíðindi

DR ger í grein nógv burtur úr møguliga havnarstongsulinum fyri útvaldum russiskum reiðaríum. Avleiðingin kann verða, at føroyski pelagiski útflutningurin til Russlands á eina milliard krónur dettur niðurfyri.

Í drúgvari grein á DR verður aktuella støðan lýst, har russiskir myndugleikar hava ávara um, at tað fær avleiðingar fyri Føroyar, um Løgtingið velur at stongja føroyskar havnir fyri útvaldum russiskum reiðaríum. 

Greinin kann lesast her: 

"Rusland gentager advarsel til færøske politikere: Ødelæg ikke vores fiskerisamarbejde"

Í greinini er millum annað samrøða við Heina í Skorini, lektara á Fróðskaparsetur Føroya, sum staðfestir at verandi pelagiski útflutningur til russiska marknaðin er meira enn 1 milliard krónur árliga. Heini vísir tó á, at inntøkutapið fyri føroysku pelagisku fiskivinnuna helst ikki verður ein heil milliard krónur, tá fiskavørurnar kunnu seljast til aðrar marknaðir, men at keypikraftin als ikki líka høg og tí til munandi lægri prísir. 

Hóast Løgtingið ásetti 29. oktober 2025 sum evstamark fyri nevndarviðgerðina í Uttanlandsnevndini, so hevur nevndin framvegis ikki skrivað álit. Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er formaður í nevndini. Enn er ikki greitt, nær málið kemur aftur úr nevnvd. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…