Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ skal hava nýggjan venjara

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  12.11.2025 - 20:02 Ítrottur Tíðindi

Føroyameistararnir skulu hava nýggjan venjara til 2026.

Tað er nú greitt, at KÍ-venjarin heldur ikki fram.

Danin Allan Drost tók við undan kappingarbyrjan 2025 og fekk KÍ til meistarar, sum sigursvanda liðið annars ikki bleiv árið frammanundan. Allan bleiv eisini valdur til ársins venjara. Men hóast Allan hevði sáttmála fyri 2026, so verður hann ikki venjari. Enn er sum skilst eingin nýggjur venjari settur til 2026, tá KÌ eisini skal luttaka í Champions League.

 

KÍ skrivar:

Ársins venjari gevst í KÍ

KÍ kvinnur skulu hava ein nýggjan høvuðsvenjara.

Av persónligum orsøkum er Allan Drost givin í felagnum.

Fyri einum ári síðani kom danski Allan Drost til KÍ sum høvuðsvenjari hjá KÍ kvinnum.

Kappingarárið 2025 skuldi vera árið har liðið vann seg upp aftur á tindarnar, og má sigast at árið hevur verið gott. Kvinnurnar hava undir leiðslu av Allan og einum sera góðum venjaratoymið arbeitt hart og miðvíst við serstøku vinnaramentanini, sum er í hópinum. Við 59 stigum kundu tær í oktober lyfta Føroyameistarasteypið og harvið taka tað við norð. 

"Eg eri ómetaliga takksamur fyri tað hjartaligu móttøkuna og tann kærleika, eg havi møtt her í Klaksvík. At fáa loyvi at uppliva tann serliga felagsskapin, sum eyðkennir føroysku mentanina, hevur gjørt djúpt inntrykk og fer tað heilt víst at inspirera meg víðari! Tað er torført at siga farvæl til nakað, sum hevur havt so stóra meining – serliga til eitt gott samstarv við starvsfólk, sjálvboðin og framúr góðar leikarar" sigur Allan. 

"Tað er í sátt og semju at venjari og felag hava enda samstarvið og harmast vit um at Allan gevst hjá okkum. Allan hevur gjørt eitt sera gott arbeiði, og tað takka vit honum fyri. Arbeiðið við at finna nýggjan venjara til okkara KÍ kvinnur er byrjað" sigur Tummas Lervig formaður í felagnum.

Hópurin venur árið út undir leiðslu av Rannvá B. Andreasen og Rúnu Bjartalíð.

KÍ takkar Allan Drost fyri tíðina í felagnum og ynskir honum blíðan byr frameftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…