Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stjørnan vann á EB

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.11.2025 - 22:14 Ítrottur Tíðindi

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í kvøld verið á Eiði og leikt í móti EB. Stjørnan tók leiðsluna  frá byrjan av, og økti støðugt um leiðsluna, sum fyrri hálvleikur leið. Hálvleiksstøan var 15-9 til Stjørnuna.

Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki, Stjørnan var omaná, og tá góðir 50 minuttir vóru leiktir, var støðan 20-32 til Stjørnuna. Seinastu løtuna av dystsinum gjørdi venjarin nógvar útskiftinar, og lat yngru leikarnar sleppa at royna seg. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 35-27 sigur til Stjørnuna.

Spælið hjá Stjørnuni var til tíðir gott, við m.a. krossingum og uppspæli til skot, og vongurin bleiv spældur fríður.

Við sigrinum í kvøld er Stjørnan við 8 stigum komin uppá fjóðra pláss ájavnt við H71, sum tó hevur leikt tveir dystir færri.

Sunnudagin skal Stjørnan til Havnar at leika ímóti Neistanum, sum við sama dystartali sum Stjørnan, liggur á triðja plássi við 10 stigum, so tann dystsurin kann blíva rættiliga spennandi.

 

Málini hjá Stjørnuni í kvøld skutu: Iulia Nalviko 10, Durita K. Ljósstein 6, Jancy J. Poulsen 5, Ai Waagsstein 5, Joan Sørensen 3, Julia J. Lydersen 2 og Ellan L. Samson 1, Annfrí Johannesen 1 og Xenia Guðjonsson hvør 1.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…