Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eftir at hava havt málið til viðgerðar síðani 28. august, er álit nú skrivað, og 5 limir í Uttanlandsnevndini taka undir við at geva Landsstýrinum heimild at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi, meðan 2 limir mæla frá. | Mynd: Logting.fo (tillagað)

Meiriluti í Uttanlandsnevndini fyri revsiheimild móti Russlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.11.2025 - 19:14 Politikkur Vinna

Uttanlandsnevndin hevur skrivað álit í málinum um at geva Landsstýrinum heimild at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi. Nevndin hevur skipað seg í ein meiriluta og tríggjar minnilutar, og meirilutin mælir til at geva Landsstýrinum heimildina, tó soleiðis, at hon ikki verður latin fyrrenn 1. januar 2026, tá verandi fiskiveiðiavtala er farin úr gildi.

Meirilutin, sum er Bjarni Hammer (C), Høgni Hoydal (E), Annika Olsen (E) og Karlot Hergeirsson (F), t.e. samgonguumboðini í nevndini, skriva, at av tí at galdandi fiskiveiðiavtala gongur fram til árslok, verður gildiskoman broytt til 1. januar 2026, tí so ”ger uppskotið ikki inntriv í longu inngingnar avtalur”. Meirilutin vil hartil treyta sær, at Landsstýrið ráðførir seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn sanktiónirnar verða settar í verk.

Eisini Jenis av Rana (H) tekur undir við at lata Landsstýrinum revsiheimildina, men hann hevur aðrar viðmerkingar og er tí ikki við í meirilutatilmælinum.

Bárður á Steig Nielsen (B) og Jacob Vestergaard (A) mæla frá at lata heimildina. Bárður á Steig Nielsen skrivar m.a., at ”ongi prógv eru fyri hesum illgruna” um, at reiðaríini hava borið seg skeivt at. Tað sama sigur Jacob Vestergaard, og leggur afturat, at Føroyar við hesum missa nýggju framkomnu verksmiðjutrolararnar (fyri uml. 1,5 mia.) og alla ta vitan, sum er bygd upp øll hesi ár, og at allar tær familjur, hvørs grundarlag er bygt á inntøkur frá fiskiskapi í Barentshavinum, missa sítt tilverugrundarlag, sum hann orðar tað.

Alt álitið kann lesast á https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11218 og við at velja ”Álit” úti í høgra bredda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…