Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólasølan í Rógv – har teir góðu vinningarnir eru

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.11.2025 - 11:14 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag, 26. november klokkan 13 bjóðar “Rógv” á Klaksvíksvegi 57 til árligu jólasøluna.

 

Her verður høvið hjá fólki í Norðoyggjum, Eysturoynni og aðrastaðni frá at keypa eitt snøgt og sera fjølbroytt úrval av hondgjørdum og praktiskum ting til gerandisdagin, men eisini ting at jólapynta við heima við hús.

Hetta er alt jólapynt, sum okkara brúkarar hava gjørt hesar seinastu mánaðirnar, og sum fæst til keyps fyri ein rímiligan kostnað. 

Umframt hetta er eitt stórt og vældámt tombola á skránni, har sera góðir og fjølbroyttir vinningar eru.

Eina triði møguleiki er sølan av lutaseðlum, har vinningarnir eru uppaftur betri og størri. Her hevur tú møguleika at vinna føroyskan mat, stór og hent gávukort, amboð og útgerð til heimið – og eisini eitt føroyskt krov.

Og hevur tú hug til ein kaffimunn við nýbakaðum vaflum, ja, so er eisini møguleiki fyri tí. Tú finnur heilt sikkurt eisini onkran at práta við.

Vit lata upp klokkan 13 í dag, og er opið fram til klokkan 17.
Vælkomin á gátt – og vælkokin at taka onkran við tær!

 


Um Rógv
Rógv er eitt stað, har fólk við sálarligum avbjóðingum koma regluliga, millum annað til eitt prát, góða samveru, spøl, likamliga venjing, útferðir og handaligt arbeiði.
Og tað er júst úrslitið av hesum handaliga arbeiðinum, sum er til sølu í dag – sum til dømis: lappar, handklæði,  teppir, hitaposar, smúkkur og ein rúgva av jólapynti.
Umframt hetta er tombola á skránni, við nógvum og sera góðum vinningum, eitt nú fleiri góðum vinningum.
Í “rógv”, leggja vit dent á, at stuðla og styrkja einstaka menniskjað at megna gerandisdagin. Í samstarvi við tann einstaka verða stuðuls átøk gjørd, við tí endamáli, at geva viðkomandi møguleika at liva eitt sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…