Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað gekk ikki heilt eftir vild, men eftir eina roynd afturat og børnini høvdu talt hart við, eydnaðist tað, og øll vórðu glað. | Mynd: Dávur Winther

Jólatræið í Vágstúni

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  29.11.2025 - 21:30 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í fagrasta jólaveðri við eitt sindur av kava og nakað av kulda, sum tað eigur at vera á hesi ársins tíð, var væl prýdda jólatræið tendrað seinnapartin í dag.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi tvey løg, áðrenn Theresa Turiðardóttir Kreutzmann frá Kunningarstovuni bjóðaði vælkomin.

Tað var hugaligt at síggja, hvussu væl mannað Klaksvíkar Hornorkestur var við børnum og ungdómum úr skúlahornorkestrinum.

Síðani las Øssur Kjølbro, sóknarprestur, eina halgisøgu fyri børnunum, sum sótu rættiliga friðarlig og lýddu á.Øssur Kjølbro, sóknarprestur fortelur børnunum halgisøgu

So spældi Klaksvíkar Hornorkestur aftur eitt jólalag, áðrenn Annika S. Biskopstø, býráðslimur, helt røðu. Annika helt, at stundum verður gjørt í so nógv burturúr á jólum og treiv eisini í ævintýrið hjá H. C. Andersen um jólatræið, sum vildi verða hitt vakrasta.  Annika S. Biskopstø, býráðslimur, hugleiðir um jólini

Klaksvíkar Hornorkestur spældi til endans eitt lag, áðrenn Trøllapætur og Co. komu við sløkkiliðs- og stigabili at tendra træið.

Tað gekk ikki heilt eftir vild, men eftir eina roynd afturat og børnini høvdu talt hart við, eydnaðist tað, og øll vórðu glað.

Eftir haldið við træið, varð farið yvir í Varpið at fáa jólapakkar frá jólamonnunum og ein heitan drekkamunn.

Karl Martin Samulesen framførdi nakrar jólasangir afturvið kaffinum.

Tað vóru ikki færri enn 800 fittir jólapakkar gjørdir til børnini – og so nógv fólk og børn vóru, at tað lupu 12 pakkar av.

Ein frálíkur dagur, og ein ljósskrýddur miðbýur stendur nú og gleðir seg til jólar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…