Lýsing
Lýsing
Lýsing
Donald Trump og Ronald Lauder, sum nú fremur strategisk keyp í Grønlandi

Trump-stuðlar hava keypt seg inn í grønlendskar fyritøkur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2025 - 10:13 Politikkur Tíðindi

Serfrøðingar halda, at orsøk er til at vera á varðhaldi, nú stuðlar hjá Donald Trump, amerikanska forsetanum, hava keypt seg inn í grønlendskar fyritøkur.

 

 

Ronald Lauder, ið verður mettur at vera arkitekturin fyri áhugan hjá Donald Trump í Grønlandi, hevur keypt seg inn í tvær grønlendskar fyritøkur. Onnur er Greenland Water Bank, og hin er Greenland Investment Group.

Og tað gevur orsøk til at vera á varðhaldi, siga tveir serfrøðingar, sum danski miðilin Politiken hevur tosað við. Annar er Marc Jacobsen, lektari við Institut for Strategi og Krigsstudier á Forsvarsakademinum við fokusi á ríkisfelagsskapin.

– Tað er heilt víst ein strategisk íløga. Eg kenni ikki ítøkiligu verkætlanina, men eg vænti ikki, at hon kostar honum nógv. Tað er helst meira ein ætlan um at finna ymiskar kanalir til at tosa við grønlendsku elituna, sigur hann.

Donald Trump segði í 2019, at hann fegin vildi keypa Grønland. Tá ið hann varð innvaldur fyri aðru ferð, endurtók hann ynskið um at eiga Grønland. Donald Trump yngri vitjaði Nuuk sum privatur ferðamaður og steðgaði í knapt fimm tímar fyri at handa MAGA-keppar, bjóða fólki á staðnum ein bita og fann tilfar til eina umfatandi kampanju á sosialu miðlunum.

Sambært amerikanska forsetanum er amerikanskt ræði yvir Grønlandi neyðugt fyri trygdina hjá USA, og Trump hevur ikki aftur víst møguleikanum fyri at brúka hermegi fyri at fáa tað.

Kelda: https://knr.gl/da/nyheder/trump-stoetter-har-koebt-sig-ind-i-groenlandske-virksomheder

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyingar­nir komnir á vøllin
Hvussu dagarnir longjast
Vit lata upp í nýggjum hølum
Tøkk - Hergar Torbjarnarson Hansen
Maria Corina Machado givið Trump friðarh…
Gott veður í Klaksvík
Upptakt til EM 2026
ÍtróttaFAGNAÐU­RIN í Varpinum í Klaksvík
Bátarnir fáa nógvan fisk
Við í Snipp Snapp
Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirks…
Sera nógvar bíleggi­nar á KG
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Badminton: Føroyska landsliðið skal til…
Listasavnið fekk stórfingna gávu
Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjór…
Borgar­stjó­rin ger status
NámX úr Tórshavn á vitjan
Tey hugna sær á skoytubreytini
Leikarakall (Casting Call) til mytiskan…