Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jóannes Bjartalíð: Ongin skomm at biðja um hjálp

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  04.12.2025 - 11:17 Ítrottur Tíðindaskriv

Í nýggjastu útgávuni av Ellivu greiðir Jóannes Bjartalíð frá tíðini, tá hann var bundin av alkoholi. Í níggju mánaðir tapur hann dystin móti alkoholinum, men ein dagin er nokk. Jóannes Bjartalíð brotnar frammanfyri familjuni og avgerðin er tikin.

 

– Eg sat og græt frammanfyri familjuni. Eg var knústur og segði, at tað var upp á tíðina at fara á Velbastað. Familjan klemmaði meg og so ringdu tey til Velbastaðar, fortelur Jóannes Bjartalíð.

Í samrøðu við Ellivu greiðir hann frá lívinum áðrenn og aftan á Velbastað. Hvussu hann nærkaðist botninum og hvussu hann kláraði at taka avgerðina um at fara til avvenjingar. Hann heldur als ikki, at tað er nøkur skomm at biðja um hjálp.

– Tað er ongin skomm at biðja um hjálp. Tað vísir nógv meira styrki enn skomm. Tú skalt langt inn í teg sjálvan, áðrenn tú spyrt um hjálp. Tað krevur nógv av tær at spyrja onnur um hjálp. Tað er ongin skomm, men ein styrki, sigur Jóannes Bjartalíð

Í blaðnum kanst tú lesa um at Føroyar endaðu aftast í trílandakapping móti Hetlandi og Orknoyggjum um Norðuratlantssteypið í árunum 1968 til 1973. Undir heitinum “Útpurring eftir botnfall” greiðir Suni Merkistein frá.

Tú kanst eisini lesa um fótbóltsins handilsmenn. Tað eru umboðsmenn, sum leita eftir spælarum í Føroyum, og hvat krevst fyri at arbeiða í hasum partinum av fótbóltsvinnuni. Tú kanst eisini lesa um fótbólt í Baskaralandinum, har tey ikki eru nógv fyri at keypa spælarar.

Vit hava eftirmeting av kappingarárinum og eitt brot úr nýggju bókini um Toda Jónsson. Árni Nóa Atlason og Kára Sigurðsson eru ungu spælararnir at hava eyguni eftir, Eli Hentze skrivar klummu, Gunnar Nielsen velur sínar bestu 11, og so fortelur Pól F. Joensen um sína eina landsdyst.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…