Kongametið fyri falli?
Eftir eitt framúr ár við fleiri úrmælinga úrslitum, fer Julian Gregersen úr Treysti eftir metinum á konga teininum yvir øllum!
Tað verður nú sunnumorgunin klokkan 07:15, tá marathon kappingin í Valencia verður skotin í gongd.
Og tað er ikki bara eitt hvørt met, sum hann fer eftir. Tað er tað elsta av øllum metum í frælsum ítrótti í Føroyum.
Tað varð sett í 1988 í Hamburg, tá marathon legendan Absalon Hansen flutti øll mørk innan langteina renning í Føroyum, og rann teir meir enn 42 kilometrarnar uppá einans 2 tímar, 27 minuttir og 53 sekund!
So skjótur var toftamaðurin tá, at eingin í samfull 37 ár hevur hótt hansara tíð.
Spurningurin er so, um tað fer at eydnast hjá Juliani.
Hóast 27 ára gamli treysta rennarin ikki hevur spesialiserað seg í marathon teininum, sigur hann, at dagsformurin er so góður og úrslitini í ár hava verið so góð, at hann fer at gera eina roynd at enda renni-árið við einum braki.
Undir øllum umstøðum bendir ymiskt á, at Julian kann nærkast metinum, ella beinleiðis taka tað. Tí, um vit taka skjótastu hálvmarathon tíðina hjá honum, sum hann fekk júst í Valencia fyrr í heyst, falda hana við tvey og leggja 10 minuttir aftrat, so kann hann raka áleið 2 tímar og 26 minuttir.
Fyri at koma har til sum Julian er í dag, so krevst ein sera miðvís venjing við nógvum kilometrum hvørja einastu viku. Íblásturin kemur fyri tað mesta úr Noregi, har serliga Jacob Ingebritsen hevur nátt fenomenalum úrslitum. Teir venja rættuliga nógv og renna nógv interval, men altíð við tamarhaldi á. Teir spreingja seg ongantíð undir venjing.
Men tá alt kemur til alt, so er hetta fyrsta royndin hjá Juliani at renna eitt heilt marathon, so vit eru úti á villum víddum hesum viðvíkjandi hóast alt.
Tað var ikki fyrr enn í Valencia í fjør, tá tað eydnaðist Juliani at renna eitt sera gott hálvmarathon, at tankin um at fara eftir marathon metinum føddist. Upprunaliga var ambitiónin at røkka kravtíðini til næstu oyggjaleikir, sum verða í Føroyum í juli 2027. Tá tað kom til stykkis sprongdi hann kravtíðina við fýra minuttum!
Tað var tá, at hann veruliga fór at venja seriøst, og tað hevur sanniliga loyst seg hjá honum.
Higartil í ár hevur hann tikið metið á 1500 metrum, 5 kilometrum á breyt, 5000 metrum á vegi og í hálvmarathon.
Nú bíðar sjálvur konga teinurin.
Um tað skal eydnast Juliani at taka marathon metið, so má hann fyri hvørjar fimm kilometrar ikki renna seinni enn 17 minuttir og 30 sekund.
Juian rennir í Valencia nú sunnumorgunin. Kappingin byrjar klokkan 7:15 okkara tíð og til ber at fylgja honum live á appini Maratón Valencia. Appin kann takast niður á App store.