Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjartagáva til børn

SKRIVAÐ: SMS  |  08.12.2025 - 11:28 Mentan Tíðindi

Í døgunum 8. til og við 14. desember skipa Barnabati, Posta og SMS fyri átakinum Hjartagávan, sum snýr seg um at gera mun fyri børn, sum liva í fátækaváða

Hjá flestu børnum er jólatíðin ein fjálg og spennandi tíð full av hugna og hjúkli. Men summum tørvar hjálp og stuðul hesa ársins tíð. Tí er tað við gleði, at SMS, Barnabati og Posta taka stig til Hjartagávuna, har tú kanst hjálpa, gleða og skapa jólahugna hjá børnum, sum liva í fátækaváða.

Átakið Hjartagávan snýr seg um at geva og gera mun. Átakið byrjar mánadagin 8. desember og varir alla vikuna. Eitt jólatræ við hjartaformaðum kortum á greinunum stendur á lítla torgi á niðastu hædd í SMS. Kortini eru jólagávuynski, sum Barnabati hevur fingið frá børnum, og tú kanst gera mun við at henta eitt kort av trænum og keypa gávuna.

- Hetta er júst tað, sum okkara kjarnuvirksemi handlar um. Saman við glaðum gevarum kunnu vit vera við til at skapa jólahugna hjá børnum og ungum í Føroyum, sum liva í fátækaváða. Hetta er stórt og er við til at bøta um og menna teirra kor, trivnað og menning, sigur Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari í Barnabata.

Tá ið gávan er keypt, letur tú marknaðardeildini í SMS gávuna og kortið við ynskinum, og síðani syrgir Posta fyri, at gávan kemur á rætta stað.

- Vit í Posta eru errin av at stuðla Hjartagávuni, sum er við til at skapa jólahugna hjá børnum. Tað er okkum ein gleði at tryggja, at jólagávurnar verða bornar til út til børn, ið hava tørv á teimum, sigur Edvard Remberg, stjóri í Posta

Hjartagávan er samstarv millum Posta, Barnabata og SMS, sum er sett á stovn við íblástri frá danska átakinum Ønsketræet, og hetta er fyrstu ferð, at átakið er í SMS.

- Jól eru gleðitíð, og ein tann besta kenslan í verðini er at gleða eitt annað menniskja og at kunna gera mun, sigur Durita Nolsøe, býlingsstjóri í SMS.

Kortini eru á jólatrænum í frá 8. til og við 14. desember, og gávuynskini liggja millum 200 og 500 krónur. Tíverri verður ikki tikið ímóti brúktum klæðum ella leikum. Um tú vilt lata brúktar lutir, ber til at venda sær til ein av hjálparfelagsskapunum í Føroyum.

SMS, Barnabati og Posta vóna, at Hjartagávan fer at gleða børn á jólum í ár og frameftir. Meiri kunning um, hvussu tú gleðir eitt barn við hjartagávuni fæst her Gleð eitt barn á jólum við eini hjartagávu - SMS

Saman kunnu vit gera mun.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…