Hetta ger ómetaliga góðan mun
Frelsunarherurin er ein av teimum felagsskapum, sum gera eitt stórt, sosialt arbeiði millum fólk, sum eru illa fyri at ymsum orsøkum.
Ikki minst nú á jólum gera tey nógv fyri at hjálpa fólki, sum eru í fíggjarligari trongstøðu.
Tað ger Frelsunarherurin í Vági eisini. Og í tí sambandi hevur Lions Suðuroy nú latið Frelsunarherinum í Vági eina gávu upp á 70.000 krónur til hjálpararbeiðið í Suðuroynni.
Sámal Midjord, leiðari hjá Frelsunarherinum í Vági, sigur, at hetta ger ein heilt ómetaliga góðan mun í hjálpararbeiðnum hjá teimum.
– Umframt at hjálpa fólki í fíggjarligari trongstøðu nú á jólum, kunnu vit nú eisini hjálpa teimum aðrar tíðir á árinum, skuldi talan verið um eina konfirmatón, ein barnadóp, ella okkurt annað, sum fellur teimum tungt, sigur hann.
Uppundir hvørji jól eru tað fleiri familjur, sum eru so illa fyri fíggjarliga, at tey hava ikki ráð at halda jól.
Í hesum sambandi fær Frelsunarherurin fleiri umsóknir frá fólki um jólahjálp. Tað eru eisini nakrar familjur úr Suðuroy, sum eru í hesi støðu, sigur Sámal Midjord.
Hann sigur, at jólahjálpin tey lata, er eitt gávurkort til ein matvøruhandil.
Men hann sigur, at tað eru eisini fleiri aðrir handlar, og onnur, sum hugsa um tey, sum iki eru so væl fyri. Sostatt fær Frelsunarherurin eisini gávukort frá nøkrum handlum, sum tey so lata fólki afturat gávukortinum til at keypa mat fyri.
– Tað hendur seg eisini, at fólk vinna mat, ella gávukort til mat, men sum halda, at onkur annar treingir meiri til tað enn tey. So lata tey okkum gávukortið at lata víðari.