Lýsing
Lýsing
Lýsing
Samgongan ætlar at taka av MVG á eplum, grønmeti og blæum | Mynd: Dávur Winther

Johnny: “At frítøka fyri MVG skeiklar og ger okkum fátækari í síðsta enda”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2025 - 10:49 Politikkur Tíðindi

Í fyrsta poddinum í nýggjari røð um búskap umrøður Johnny í Grótinum skaðiligu avleiðingarnar av ætlaðu MVG-frítøkuni fyri eplir, grønmeti og blæur.

 

Í dag hevur Løgtingið triðju viðgerð av broytingini í MVG lógini, sum frítekur eplir, grønmeti og blæur fyri tey 25% í MVG. Á henda hátt ynskja politikararnir at lætta um hjá smábarnafamiljunum. Men sambært Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, fer lógarbroytingin at gera meira skaða enn gagn.

Í samrøðuni vísir Johnny á, at frítøkan fyri MVG fer í miðal at geva hvørjum húski ein lætta á 100 krónur um mánaðin. Hinvegin fer frítøkan at skeikla val forbrúkarans og gera seg inn á ein tann mest effektiva mátan at fíggja almennu útreiðslurnar við.

 

Nýggj poddvarpsrøð á Norðlýsinum

Hetta greiðir hann frá í fyrsta poddinum í nýggjari poddvarpsrøð á Norðlýsinum undir heitinum “Búskapur í øllm”.

Búskapur er í elrokningini, sum tú rindar, uttan at hugsa um tað. Tað er í at velja millum bíligt pasta og føroysk eplir. Tað er í, nær tú tekur barsil, hvønn bil tú keypir, og um tú tekur avlýsingartrygd á ferðini ella ikki.

Men búskapur er eisini í politikki.

Tá fólkavaldu skulu raðfesta milliónir og milliardir, velja millum tunnil ella sjúkrahús, vælferðarøking ella sparingar.
Og búskapur er í tí, sum ikki sæst: Hvussu nógv halda vit frí? Hvussu nógv spara vit? Hvussu skipa vit samfelagið?

Vertur er Jóhann Lützen, blaðstjóri og samfelagsfrøðingur, sum tosar við búskaparfrøðingin Johnny í Grótinum um alt tað, sum vit ikki vita, at vit longu vita um búskap.

Fyrsti poddurin verður at hoyra her á Norðlýsinum seinni í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…