Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frálík bókaframløga í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  09.12.2025 - 22:12 Mentan Myndarøð Tíðindi

Hóast tað var av ringasta veðri í kvøld, møtti hópin av fólki til "Tólv árstíðarsálmar", sum vórðu lagdir fram í Varpinum.

Teir tólv árstíðarsálmir eru inniligir sálmar, ein til hvønn mánaða í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt.

Tað er ein fongur, at teir nú eru tøkir í nýggjari føroyskari útgávu. Nicolina Dahl hevur týtt sálm­arnar hegnisliga væl, meðan Páll Sólstein hevur gjørt løg til teir. Teir eru serliga sangbærir, hava eitt lætt, musikalst snið – útsetingarnar væl frágingnar – vøkur ljóðmynd.  

Edward Fuglø hevur myndprýtt við tólv glasmálningum. Ein annarleiðis stílur. men hugtakandi var at hoyra hann greiða frá tilgongdini við glasprýðinum, sum er gjørt niðri á verkstaðnum hjá Per Steen Hebsgaard, og hevði tikið drúgva tíð.

Annfinnur Heinesen bjóðaði vælkomin.

Marjun Lómaklett greidd frá um Lisbeth Smedegaard Andersen, sum hon kendi frá síni lestrartíð, og annars um sálmar hennara.

Nicolina Dahl, sum hevur yrkt nógvar sálmar, greiddi frá arbeiðnum at umyrkja sálmarnar, sum ikki var so hissini, tí hon er tunghoyrd. Hon gjørdi sær eina serliga skipan við rútmum at finna sær stevið í sálmunum. Teir vórðu eisini settir inn í føroyskt jørðildi, sum føroyski sangarin oftani kennir betri, enn tað danska – eitt væla verk.

Edward Fuglø greidd frá hvørji einstakari mynd og ímyndunum, hann hevði brúkt. Eitt viðkomandi symbol úr hvørjum sálmi er málað á hvørt fatið, sum glaspríðið verður kallað í hesum føri. Ógvuliga serstakt og áhugavert. 

Í millum mongu frásagnirnar, sluppu vit at hoyra Ernst Remmel, Kristina Thede, Karl Martin Samuelsen, Heiðrun Petersen og Páll Sólstein syngja og spæla teir fýra sálmar - væl skrivaðir og útsettir til hetta serliga høvið.

Ein frálíka hugnlig løta, har tú eisini kundi ogna tær bókina og fáa hana signerað.

Bókin er gjørd til minnis um Birgit Sólstein (1961 – 2008) – Systir Páll og vinkonu Nikolinu.

Tað er Sprotin, sum hevur givið bókina út – snotilig við serligum pappíri og stavum.

Hest serstaku bókina mást tú ogna tær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…