Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólaguðstænasta á Húsum

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  10.12.2025 - 10:51 Mentan Myndarøð Tíðindi

Mánamorgunin fór 3.a umborð á Sam yvir í Kalsoynna til jólaguðstænastu á Húsum. Vit hava fingið ein tíðindastubba frá teimum.

 

Tann 8. desember hevur 3.a verið til guðstænastu á Húsum. Emma Lý, sum býr á Húsum, er í 3.a á Skúlatrøð hvønn hósdag og hevði bjóðað flokkinum til Húsar.

Vit hoyrdu jólaevangeliið og eina góða søgu við góðum boðskapi frá Øssuri presti og sungu vakrar sálmar.

Aftaná fóru vit niðan í skúlan á Húsum, har vit sóu skúlan innan, og hvussu tey ganga í skúla har. Vit fingu eisini okkurt gott at eta og drekka. Vit spældu inni í skúlanum og úti á vøllinum mitt í bygdini. Tíbetur var veðrið betri á Kalsoynni enn í Klaksvík.

Ein góður túrur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…