Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nývaldu kirkjuráðini virkin

SKRIVAÐ: folkakirkjan.fo  |  13.12.2025 - 07:00 Tíðindi

Kirkjuráðsval var 4. november, og nýtt kirkjuár byrjaði fyrsta sunnudag í advent. Nyvaldu kirkjuráðini hava innan advent skipað seg á fyrsta fundi við forfólki, næstforfólki, kassameistara, skrivara og kirkjuverja.

 

Valskeiðið byrjaði fyrsta sunnudag í advent.

Áðrenn nývaldir kirkjuráðslimir hava tikið sæti í kirkjuráðnum, skuldu hesi sambært kirkjulóggávu á fyrsta fundi vátta við trú og heiður, at vilja inna tað starv, sum litið er teimum, í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni.

Har friðarval hevur verið, hava kirkjuráðini somuleiðis skipað seg, summi av nýggjum, meðan onnur hava valt, at kirkjuráðslimirnir halda áfram í somu leiklutum.

Í nógvum førum hava kirkjuráðslimirnir eisini leiklut sum kirkjutænarar, og eru tí virkin til gudstænastur og við aðrar tænastur í kirkjuni.

Uppgávurnar hjá kirkjuráðunum eru í høvuðsheitinum at stjórna kirkjuni í kirkjusóknini, og fevna um fíggjar- og fyrisitingarviðurskifti og at taka sær av rakstrinum av kirkjuni. Tá byggimál ella aðrar broytingar skulu fremjast í kirkjuni, hava kirkjuráðini ein týðandi leiklut í samstarvi við Próstadømisráðið.

Til fundirnar er kirkjuráðið viðtøkuført, um helvtin av kirkjuráðslimunum eru til staðar.

Hetta valskeiðið eru nógv nýggj forfólk í kirkjuráðunum. Hjá teimum er neyðugt at fáa skipað praktisku viðurskiftini, eitt nú í mun til t-post hjá kirkjuráðnum. Hesum og øðrum hevur umsitingin hjá Próstadømisráðnum hjálpt við.

Fyri at kunna útinna uppgávurnar á bestan hátt komandi árini, skipar Stiftið fyri skeiði í kirkjulóggávu, roknskapi og grannskoðan, í fyrsta umfari fyri forfólkinum og kassameistara í kirkjuráðunum kring landið.

Skeiðið verður 10. januar í Tórshavn, og innbjóðing er send til t-postin hjá kirkjuráðunum.

Tað eru 61 kirkjuráð í Føroyum við tilsamans 363 kirkjuráðslimum. Valskeiðið er 4 ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…