Lýsing
Lýsing
Lýsing

Portørarnir frá KS vitja 4. flokk

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  13.12.2025 - 22:25 Myndarøð Tíðindi

Í sambandi við, at 4. árgangur hevur evnisarbeiði um hjartað, var ein verkstova fríggjadagin Lívbjargandi fyrstuhjálp og hjartastartari.

 

Vinarligu portørarnir frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Allan Joensen og Louis Poulsen komu at greiða okkum frá sínum arbeiði sum portørar og um lívbjargandi fyrstuhjálp við hjartastartara.

Ein sera áhugaverd verkstova, har næmingarnir lurtaðu væl og sótu undir hvørjum orði. Teir hugdu væl eftir, tá dukkan kom á borðið og lívbjargandi fyrstuhjálp varð veitt. Eisini settu næmingarnir góðar viðkomandi spurningar.

Vit takka portørunum fyri, at teir brúktu ein part av síni dýrabæru tíð at koma og greiða okkum frá, hvørja umráðandi uppgávu teir hava, og hvat hvør einstakur av okkum kann gera, um vit koma út fyri at koma fram á fólk, sum hava fyrstuhjálp fyri neyðini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…