Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Finn Johannessen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.12.2025 - 13:23 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja millum útsynning og sunnan allan vikuna, sum stendur fyri framman. Úr teimum ættunum skulu vit ikki rokna við kava. Og tíðin styttist til jóla . . . (hatta taka vit um eina viku)

 

Ikki serliga turt í vikuni, sum kemur. Ælaveður ella regn hvønn dag. Løturnar, tað er turt, eru stuttar. Einki illveður, men flestu dagar er upp í strúk í vindi ella hvassan vind. Hitalagið ikki serliga jólaligt – upp í 8-9 stig.

Men, nokk um tað á hesum sinni.

Vit fara bara beint til veðrið í vikuni, dag fyri dag:

Mánadagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, kanska heglingur í støðum. Hitin 4 til 9 stig.

Týsdagin:

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður, í støðum heglingur. Sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 3 til 8 stig.

Mikudagin:

Strúkur í vindi upp í skrið sunnan, 13 til 18 m/s, sum frá líður minkandi niður í frískan vind til strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst samdrigið og regn, men út á dagin skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Hósdagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og regn ella ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.

Fríggjadagin:

Frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, sum frá líður samdrigið og regn. Hitin 4 til 8 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…