Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Hetta sigur Jóannes Bjartalíð um sína framtíð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  14.12.2025 - 20:46 Ítrottur Tíðindi

Landsliðsleikarin hevur ongan sáttmála fyri 2026. Vit hava spurt hann, hvar hann mest sannlíkt fer at spæla.

29 ára gamli Jóannes Bjartalíð hevur síðstu trý árini spælt við norska felagnum Fredrikstad, men har heldur hann ikki fram. Hann hevur verið darvaður av skaðum í 2024 og fyrra part av 2025, men síðani í summar hevur hann verið frískur.

Tað hevur ligið í kortunum leingi, at tað verður ikki føroyskur fótbóltur hesaferð, og tað kann hann vátta enn einaferð.

- Tað er stórur áhugi og okkurt konkret tilboð liggur á borðinum. Enn er einki avgjørt, men eg vóni, at alt er komið uppá pláss áðrenn 1. januar, sigur Jóannes Bjartalíð við Norðlýsið.

Leysasøgur hava verið um, at sannlíkt er, at Jóannes fer at royna eydnuna langt burtur, har føroyingar ikki hava siðvenju at spæla. Har eru lond sum Thailand, Vietnam og Aserbadjan nevnd. Jóannes vil ikki viðmerkja nøkur lond, men sigur, at tað í løtuni er sannlíkt, at tað verður í onkrum landi, sum liggur langt frá Skandinavia og kanska í øðrum heimsparti enn Evropa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…