Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Evald Johannesen farin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  08.01.2026 - 08:59 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Evald Johannesen * 03.09.1927 – † 05.01.2026 til minnis nú hann fór um sýn

Evald Johannesen
in memoriam

Nú fórst tú Evald ta evstu ferð,
har ættfólk tey undan tær fóru,
at fáa í moldum hin æviga frið
og himnasæluna stóru.
----
Tú vart tann vísi við okkara borð,
tá bygdarsøgan varð skrivað,
tú átti altíð tey røttu orð
um tey gomlu, sum her høvdu livað.

Tú visti um alt, av Oyru í Garð
har fólk í forðum seg settu,
hvar fyrsti býlingur grundaður varð,
við drátti til mið og til mettu.

Tín vísdómur spratt úr lívi og bók,
ein kelda og vað til títt minni,
har vitan tín átti hvør sína rók,
ið vælgongdar ríkaðu sinnið.

Vit takka tær Evald for vinarlag,
sum tú vísti í várum yrki
og hugnaløtum so mangan dag,
tá saman vit framdu várt virki.

Ja, vit kunnu sanna í okkara verð,
at summi, tey seta varðar,
at vísa okkum, hvar leiðin ber,
sum betri er enn aðrar.

Ja, Evald, tú okkum ein viti var,
sum veg oss um víddir vísti,
hvar fótur steig, hvar byrur bar,
tú leið um lón okkum lýsti.

Um høgt tú upp í árum rakk,
tú átti mátt til at mæla,
tí siga vit for verk títt takk,
nú tagnað er tín tala.

                                 pmp                        

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistu­num hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgja­rin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólka­flokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpi­num?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Lýsing