Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sløkkiliðsmenn í SKS verða heiðraðir

SKRIVAÐ: nes.fo  |  08.01.2026 - 13:53 Tíðindi

Tað var ein søgulig løta tann 24. oktober 2025 í nýggju hølunum hjá Arbeiðs- og Brunaeftielitinum, tá ið Føroyska heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini varð latið fyri fyrstu ferð. Bjarni K. Petersen, táverandi landsstýrismaður, handaði tá heiðurstekin til ein mann, sum á ein serligan hátt hevur sýnt, hvat góð og álítandi tilbúgving er.

 

 

Í meira enn fjøruti ár hevur Sunleiv Højgaard staðið í fremstu røð í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði – sum sløkkiliðsmaður, leiðari og fyrimynd.

At Sunnleiv fekk handað fyrsta heiðursteknið fyri tænastu í tilbúgvingini, er bæði eitt persónligt heiðursmerki og ein viðurkenning av øllum teimum, sum dagliga gera hetta týdningarmikla arbeiðið kring landið.

Við hesum tekni vildi myndugleikin vísa takksemi – ikki bara fyri áralangt trúfast arbeiði, men fyri eitt haldført íkast til sjálvan grundvøllin undir okkara felags trygd og samanhaldi innan økið.

Leygarkvøldið 3. januar 2026 skipaði Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið fyri árliga hugnakvøldinum í Bygdarhúsinum á Strondum.

Tað var í hesum sambandi, at Súni í Hjøllum, formaður í tilbúgvingarnevndini hjá SKS, vegna nevndina, hjartaliga takkaði Sunleivi Højgaard fyri góða, trúgva og drúgva tænastu í hesum týdningarmikla arbeiði til frama fyri trygd og samanhaldi í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði.

Sum tøkk fekk Sunleiv Højgaard ein málning, sum Jón Magnus Joensen, hevur málað.

Eisini fingu sjey aðrir sløkkiliðsmenn í SKS silvurheiðurstekin og skjal, har Eirikur í Jákupsstovu, núverandi landsstýrismaður, skrivar: ”Sum landsstýrismaður fegnist eg um, at tú ósjálvsøkin og trúfastur hevur tænt føroysku tilbúgvingini”.

Teir, sum fingu silvurheiðurstekin vóru:

  • Jan Abrahamsen, Strendur, starvast í 39 ár.
  • Hanus Heinesen, Nes, starvast í 36 ár.
  • Niclas Davidsen, Toftir, starvast í 36 ár.
  • Harry Benjaminsen, Toftir, starvast í 32 ár.
  • Fróði Danielsen, Toftir, starvast í 30 ár
  • Vilhelm M. Olsen, Skála, starvast í 30 ár
  • Jónsvein Bjartason, Strendur, starvast í 26 ár

 

Tveir sløkkiliðsmenn, sum fyri stuttum eru givnir, vórðu eisini heiðraðir fyri trúgva tænastu og fingu málning, sum Jørgin Olsen hevur málað.

 Teir eru:

  • Leif Petersen, Oyndarfjørður og
  • Andrias Hammer, Funningsfjørður

 

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið varð stovnað fyri meira enn 51 árum síðan, tann 4. september 1974. Samstarvið umfatar Nes- Sjóvar- og Runavíkar kommunur. Samstarvið hevur verið gott í øll hesi ár við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

Í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í nevndini er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varaleiðarin til fundirnar.

Í tilbúgvingarnevndini sita nú:

  • Súni í Hjøllum, formaður
  • Hans Anders Jacobsen, næstformaður
  • Tórbjørn Jacobsen
  • Terje B Vestergaard
  • Pauli Poulsen
  • Sunleiv Højgaard og
  • Hans L. Djurhuus

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók
John í Skemmuni talar í Betesda í kvøld
Skrúvuguds­tænasta í kvøld
Mjølnir - Fleyr í kvøld
Koyrandi í Kalsoynna um 8 ár
Framskák letur deild upp í Klaksvík
Aftur í ár verður vælumtókta føstulávint…
Fyrr smíðaðu teir útróðrarbátar í Klaksv…
TSK: Full kokkaútbúgving í Føroyum
Alment tiltak um skiljing av ull
Fakfeløg­ini eru hornasteinu­rin í einum s…
Skaale, Vad og Brandenborg í Varpinum
Fyrsta heyst­skeiðið á Rótini liðugt
Samstarv norð­anfyri Hórisgøtu
Tær fýra árstíðir­nar – Vivaldi
Treysti setti dám á ársins fyrsta hálvma…
Á ferð til ferðsludagar
Almenn lýsing eftir uppskotum til limir…
Søk um mentan­arstuðul
Umhvørvisgóðkenning til oljugoymslu hjá…