Lýsing
Lýsing
Lýsing

Simona nýggj í FFT

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.01.2026 - 08:33 Mentan Tíðindi

Felagið Føroysk Tónaskøld, FFT, hevði aðalfund 15. novembur 2025. Simona Eivinnsdóttir kom í nevndina í staðin fyri Guðrið Hansdóttir, ið ikki tók við afturvali

 

Nevndin skipaði seg soleiðis:

  • Sunleif Rasmussen - formaður
  • Kristian Blak - kassameistari
  • Heðin Ziska Davidsen - skrivari
  • Simona Eivinnsdóttir - nevndarlimur

 

Umframt at felagið hevur neyvgjørt nakrar av stuðulsorðingunum, ið eru at finna á heimasíðu felagsins www.composers.fo, so arbeiður felagið í tøttum samstarvi við KODA, um at bøta um og økja um rættinda útgjaldini til føroysk tónaskøld.

Á aðalfundinum kundi eisini staðfestast, at føroyska luttøkan á Nordic Music Days er vaksandi. Eisini var staðfest, at, eins og tey norðurlendsku tónaskaldsfeløgini, so luttekur FFT ikki á Classical:Next komandi ár. Eins og undanfarin ár, so hevur felagið latið stuðul til hópin av festivalum, stakløg og heildarútgávur eins og framførslustuðul er givin til hópin av framførslum uttanlanda, m.a. til The Great Escape í Brighton, Iceland Airwaves í Reykjavík umframt stakar konsertferðir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag
Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvør…
Stórt Tunnilsblað í gerð
Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskrán…
Upptakt: AB-KÍ
Sandoy Hálvmaraton er so nógv meira enn…
Veðrið í vikuni
Föroya Bjór má ongan veg fara
Framsýningin hjá kvøld- og frítíđarundir…
Eyðun av Reyni sýnir fram í Gamla Seglhú…
ÍF er í steypafinaluni eftir 3-1 sigur á…
Mjølnir er í steypafinaluni eftir 3-0 si…
Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sun…