Lýsing
Lýsing
Lýsing
Oddvør Josephsen sett tvey føroysk met
Undir kappingini Randers Indoor 2026 seinasta leygardag setti Oddvør Josephsen ikki minni enn tvey føroysk met í renning innandura.
Á 60 metrum betraði hon sítt egna føroyska met frá 7,86 sek., sum hon setti í Odense 16.02.24, niður á 7,83 sek.
Góðan hálvan annan tíma seinni betraði Oddvør føroyska metið á 200m. Tað metið átti hon eisini sjálv. Tað var 26,10 sek, sum hon setti í Randers 10.02.24. Nýggja føroyska metið hjá Oddvør er 25,92 sek., og er hon sostatt fyrsta føroyska kvinna undir 26 sek. innandura.
Oddvør umboðar Aalborg AM niðri, men er annars úr Treysti.
Úrslitini frá kappingini eru at finna her.
https://meets.rosterathletics.com/.../details/schedule...
Hjartaliga tillukku við metunum, Oddvør.
Seinastu tíðindini
KÍ hevur fingið tilgongd?
Javnstøða á báðum vallistunum hjá Tjóðve…
Tann einligi forsyrgjarin skal hjálpast,…
Føroyar Framá við Fólkaflokkinum
Viðgerðartrygd
Okkara skylda at fáa røktina at røkka
Skrivaði Putin tíðindini í útvarpinum?
Greining: Fólkið ynskir gávuregnið
Vilt tú, at Føroyar skulu hava ein góðan…
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokningina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingarskipan má til!
Lýsing