Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.02.2026 - 18:32 Mentan Tíðindi

Í nærveru fígginda mína - Nýggj bók frá frá forlagnum Leirkerinum, sum Meta á Fløtum hevur týtt.

 

„Í nærveru fígginda mína“ er ein grípandi frásøgn um eini gíslatikin trúboðarahjún hjá New Tribes Mission og um ræðandi ár teirra í filipinska frumskóginum

 

Kunnu trúgv, vón og kærleiki yvirliva eitt ár í ræðuleikum?

Hjá trúboðarahjúnunum í NTM, Martini og Graciu Burnham, gjørdist tað, ið byrjaði sum eitt frálíkt og framúrskarandi vikuskifti, har brúdleypsdagurin varð hildin á einum frítíðarstaði á eini tropiskari oyggj, til ein av teim ræðuligastu marrunum, ein kann ímynda sær.

Burnham-hjúnini vórðu tikin gíslar av Abu Sayyaf, ið er ein yvirgangs-bólkur við sambandi til Osama bin Laden. Tey vóru rykt burtur frá familju og vinum og trýst at flakka um í filipinska frumskóginum. Hetta hættis-liga árið í fangilsi upplivdu tey hungur, áhaldandi máttloysi, íðuligar bar-dagar, hjartaleys dráp – og inniliga sálarrannsakan um ein Gud, ið stundum tóktist at hava gloymt tey.

Í hesi grípandi, fyrstuhonds frásøgn um trúgv, kærleika og stríð, har hjúnini vóru vitni til ræðandi, tilvildarligan ráskap, kemur tú aftur um pallin av einum veruligum sorgarleiki, har tann, ið hevði minst møguleika at yvirliva, djarvt greiðir frá í smálutum. Tú fert at hoyra um atferðina og grundgevingarnar hjá einum víðgongdum yvirgangsbólki, har limirnir eru avgjørdir at náa málum sínum uttan mun til kostnað. Tú fert at verða hugvaktur av endaligu, sigrandi trúnni og varandi kær-leik-anum hjá einum vanligum hjúnum, ið vórðu tveitt í óvanliga torførar umstøður.

Hvat enn tú manst stríðast við í lívi tínum, fert tú at finna eggjan og vón í hesi lívgandi, ærligu frásøgn um eitt áralangt stríð við tað myrkur, sum býr í mannahjartanum.

Bókin kostar 300,- kr og fæst í bókhandlunum og á heimasíðuni hjá Leirkerinum leirkerid.fo

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Marius DC við gestum á Summar Festivalin
Veðrið í dag
168 íbúðir byggjast Á Fossum
Viðvíkj­andi avgerð hjá ákæruvaldi­num í m…
Nýggj hølir "Hjá Judith" í Saltangará
Handilsflotin í vøkstri
Holland í litføgrum hami
Sterkar norð­oyatingkvinnur stýra fíggjar…
Móðurmálið í fjølmiðlahøpi var á skrá á…
Myndarøð og dystarfráøgn: KÍ var sekundi…
Ákæra reist í Bakkafrostmálinum
Legendu dansur í Dansifrøi 
Flaggdagshald í Havn 2026
Føroya Bilasøla fær umboð fyri tvey altj…
Tilmæli um hækkandi vatnstøðu í Føroyum
62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á…
Hermann Samuelsen nýggjur løgtingslimur
Mentan­arvika í Runavík
Millum Washington og Keypmannahavn: Føro…
Tingnevndir­nar valdar í dag