Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.03.2026 - 13:11 Mentan Tíðindi

Leygardagin 14. mars 2026 kl. 16.00 letur upp framsýning við oljumálningum hjá Hjördis Haack og við tekningum hjá Hans Paula Olsen.

 

 

Listaframsýning við Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla Seglhúsinum “MILLUM LIKAM OG KAFFE SPEGLINGAR”

Hjördis vísir framm 14 oljumálningar av kaffikoppum, har dentur verur lagdur á kaffi speglingina.

Hans Pauli vísur framm modell tekningar og landslags tekningar.

Fernisering verður leygardagin klokkan 16:00. Umframt lættari ábit verður eisini tónleikur

Møguleiki verður eisini at hitta listafólkini bæði Hjördis Haack og Hans Paula Olsen til ferniseringina og eru øll hjartaliga vælkomin.

Framsýningin er ókeypis at vitja.

 

Hjördis Haack sigur um sínar málningar:

Eg vísi eina røð av smærri oljumálningum, har evnini eru speglingar í kaffiyvirflatuni.

Ofta hava vit eitt serligt samband við kaffikoppin – ein yndiskopp, sum er serliga góður at drekka úr, ommukoppurin, yndiskoppurin, koppurin tú fann í skrellispannini, ella koppurin tú kanska tók tær heimvið í flogfarinum. Allir koppar hava sína søgu.

Í mínum listarliga arbeiði havi eg fleiri ferðir vent aftur til evnið speglingar. Speglingar í silvurtallerkum, speglingar í hyljum og speglingar í uppvaskifatinum.

Kaffiyvirflatan virkar sum ein spegil, ið avspeglar rúmið og fangar gluggar, ljós og skuggar.

Ein góður koppur av kaffi tíðligani á morgni. Fráveran av litum – teir svart-hvítu kopparnir – kveikir stundum hugasambond til gamlar ljósmyndir.

Eg velji at lata umhvørvið vera ómálað. Koppurin stendur meira reint eftir sum ein einkultur lutur – ella sum eitt emblem.

 

 

Hans Pauli Olsen greiðir soleiðis frá um framsýningina:

Tekningarnar eru teknaðar í løtuni á staðnum frammanfyri myndevninum. Allar tekningarnar eru teknaðar í A3 stødd (29,37x42cm) og nýttur er blýantur og svart krit, sum upploysist í vatni. Tað er sum ein pastell og ein akvarell í einari stift. Hesin háttur verður ofta róptur blýantur, krit við lavering. Til tíðir er tekningin so rúgvismikil, at hon heldur áfram frá einum arki til tvey ella fleiri ørk. Tað einasta, ið ikki verður gjørt á staðnum er tá ið eg tekni ein nakka, eina øksl ella okkurt tílíkt oman á eina skjóta tekning. Tá havi eg avrita tann partin yvir á ta skjótu tekningina. Myndevni er landsløg og modelltekningar. Tær flestu tekningarnar eru teknaðar á Húsum, har vit eisini eiga eini hús. Modelltekningarnar eru teknaðar í Keypmannahavn.”

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjálvstýri: Mótrokningin av pensionistum…
Verjið okkara ungu móti rúsdrekka- og rú…
”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”
Pensjónistar: Avtaka mótrokning­ina hjá a…
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Velja púra ymiskt til løgtings- og fólka…
Valfundur í Smæruni týsdagin kl. 15.00
Veðrið um vikuskiftið
Stóra valblaðið í gerð
Ákæruvaldið kært dómin um valsvik í Oynd…
Nýggj útbúgvingar­skipan má til!
Bilur farin á sjógv
- Fólka­tingsvalið snýr seg um tvær triva…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt
Soleiðis kann bústaðartrotið loysast
Loysa haldføris­trupulleikar­nar – men á r…
Pensjónistar - strekkir fólka­pensjónin t…
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Lýsing