Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tiltøk í vikuni

SKRIVAÐ: Visit North  |  19.03.2026 - 15:14 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Visit North kunnar um spennandi tiltøk, ið ganga fyri seg í okkara nærumhvørvi í hesum døgum.

Hósdagin 19. mars

Kl 10 er kafé í Betesda

Kl 15-18 er listaframsýning við Hjørdis Haack og Hans Paula Olsen í Gamla Seglhúsinum. Framsýningin er opin somu klokkutíðir allar dagar uttan leygardag.

Kl 20 er føstuguðstænasta í Viðareiðis kirkju við Theodor Eli Dam Olsen, presti.

Kl 20 er føstuguðstænasta í Christianskirkjuni við Ova Brim, prósti. Skálakórið syngur og kirkjukaffi verður aftaná.

 

Fríggjadagin 20. mars

Kl 22.30 er pub quiz í Roykstovuni

 

Leygardagin 21. mars

Kl 14-19 er vármarknaður í skúlanum á Fossánesi, til frama fyri Drivið norðuri í Sundi.

Kl 20 er val quiz í Kafé Fríðu. Umboð úr øllum politisku flokkunum skulu royna seg sum quizmasters.
Sunnudagin 22. mars

Kl 15 er fimleikaframsýning í Badmintonhøllini.

Kl 19.30-21 er almennur valfundur í Varpinum. Allir flokkar luttaka. Eisini hava politisku lokalfeløgini valkafé í Varpinum.
Týsdagin 24. mars

Kl 20 er føstuguðstænasta í Hvannasunds kirkju við Theodor Eli Dam Olsen, presti. Aftaná er kirkjukaffi í kirkjuhúsinum.
Mikudagin 25. mars

Kl 10 er morgunsangur í Christianskirkjuni

Kl 14-17 er stórt páskatombola og kafé í Rógv á Klaksvíksvegi 57.

Kl 15-17 ber til at koma á Klaksvíkar Bókasavn at perla páskaprýði.
 

Kristian Eli Zachariasen hevur tikið myndina 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið