Lýsing
Lýsing
Lýsing

Steinway-artistur hugtikin av flyglinum í Varpinum

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  16.04.2026 - 15:30 Fólkatingsval 2022 Mentan Myndarøð Poddar Tíðindi

Espen Berg Trio var í Varpinum í sunnudagin og hevði eina konsert í heimsflokki!

Talan er helst um ta mest spennandi jazz-trio’ina í Noregi í dag.

Teir hava ferðast runt í Evropa, Japan, Kina og India, spælt útseldar konsertir á Ronnie Scott’s í London, konserthølum í Tokyo, Guangzhou og Athen, og hava verið lýstir av bretska Jazz Journal sum “Ein av bestu triounum, sum eru til í dag”.

Síðan teirra fyrstu útgávu í 2014, hava Espen Berg (flygil), Bárður Reinert Poulsen úr Havn (bass) og Simon Albertsen (trummur) ment seg til eina ta mest kenniligu klavertrioin í evropeiskum jazzi.

Við fýra ummælaravirðisløntum fløgum eftir seg, hevur trioin áhaldandi bjóðað sær sjálvum av og endurnýggjað seg sjálva. Hetta við samansettum rútmum, djúpari harmoniskari fatan, sterkum løgum og einum intensum, leikandi samspæli.

Espen Berg - SteinWay Artistur

Steinway-Artistur

Espen Berg, sum er frá vinarbýnum, Tróndheimi, er av Steiway útnevndur sum, og hevur fingið heitið: “Steinway-artistur”. Hetta er ein eyðkenni og viðurkenning frá Steiway & Sons fyri serliga gott flygilspæl, sum bert seks aðrir dugnaligur klaver- og flygilleikarar hava fingið í Noregi.

Espen helt fyri, at tað var fantastiskt at spæla uppá hetta framúr flyglið í Varpinum - sum hann einaferð fyrr hevur spælt uppá - tá umvegis Spirio-tøknina, har hann sat í Noregi og spældi á flyglið í Varpinum í Klaksvík.

Í samrøðuni niðanfyri greiður hann frá hesum serliga flygli í Varpinum sum eitt heilt framúr flygil við serliga góðum klangi, góðan botn, góðan bass og mjúkan klang – Leggur afturat, at flyglið hevur ein briliantan klang, sum hóskar hesum fantastiska høli serliga væl.

Flyglið í Varpinum er eitt konsert flygil frá Steiway & Sons - Model D 274 – SPIRIO |r

Hetta flyglið er nr. tvey av sínum slag í Norðanlondum.

Lurtið eftir samrøðuni her niðanfyri,

  • Espen Berg, Tróndheim – flygil og kompositiónir
  • Bárður Reinert Poulsen, úr Tórshavn – bass
  • Simon Olderskog Albertsen, Tróndheim – trummur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…