Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jákup E. Petersen settur í embæti á Tvøroyri

SKRIVAÐ: folkakirkjan.fo  |  20.04.2026 - 10:20 Tíðindi

Á felags kirkjuráðsfundi 14. apríl 2026 innstillaðu kirkjuráðini i Suðuroyar norðara prestagjaldi Jákup Erlingsson Petersen í embætið sum kirkjubókaførandi sóknarprest við sæti á Tvøroyri

 

Nú er innstillingin staðfest, og landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur útnevnt Jákup sum sóknarprest í Suðuroyar norðara prestagjaldi.

Jákup varð prestvígdur í januar 2018, tá ið hann gjørdist vikarur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í nakrar mánaðir. Í september 2019 tók hann við kallinum sum kirkjubókaførandi sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi við sæti í Hvalvík.

Jákup byrjar í nýggja embætinum tann 1. august. Roknast kann við innsetingargudstænastu, tá ið farið er um hálvan august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…