Lýsing
Lýsing
Lýsing

62°N VINNA savnar føroyska vinnulívið á altjóða pallinum í Barcelona

SKRIVAÐ: Jóhann  |  20.04.2026 - 14:59 Tíðindaskriv Tíðindi

Í morgun fór eitt fultsett flogfar úr Føroyum til Barcelona, har føroyskt vinnulív aftur í ár er væl umboðað á einari av heimsins størstu fiskivinnumessum, Seafood Expo Global 2026.

Ferðin er skipað av 62°N Vinna, og sum nú í fleiri ár hevur upplivað, at eftirspurningurin er so stórur, at plássini fara skjótt. Hett vísir heilt greitt, at føroyskar fyritøkur í vaksandi mun raðfesta altjóða samstarv.

“Tað er eyðmerkt, at føroyskar fyritøkur hava áhuga í at framhaldandi styrkja síni altjóða sambond við umheimin,” sigur Leivur Samuelsen, stjóri á 62°N, og undirstrikar týdningin av hesum altjóða tiltaki fyri føroyskar fyritøkur.

 Seafood Expo Global er miðdepil fyri altjóða aktørar innan sjógætis- og fiskiídnaðin. Her hittast framleiðarar, keyparar, veitarar og samstarvspartnarar fyri at vísa fram vørur, menna sambond og fylgja við nýggjastu rákunum og tøknini í vinnuni.

Fyri føroysku luttakararnar er talan ikki bert um eina ráðstevnu, men eisini um ein strategiskan pall, har føroyska vinnan kann styrkja sína støðu á altjóða marknaðinum.

”Vit vita, at føroysku fyritøkurnar, ið luttaka á SEG, hava møguleika at menna síni sambond, skapa nýggj samstørv og tryggja framhaldandi menning í einari altjóða kapping,” leggur Leivur aftrat.

 62°N Vinna hevur í fleiri ár ment SEG-túrin til eina samlaða vinnuferð, har alt frá flogi og gisting til logistikk og tænastu er skipað niður í smálutir.

Endamálið er at geva luttakarunum bestu fortreytirnar at fokusera upp á sítt virksemi. “Vit arbeiða miðvíst við at gera hetta til eina heildaruppliving, har kundarnir sleppa at brúka orkuna upp á sítt arbeiði og síni sambond, og lata restina upp til okkara,” sigur Leivur Samuelsen.

 Áhugin fyri túrinum er vaksandi ár fyri ár, og nógv bendir á, at tørvurin á slíkum felags vinnuferðum heldur fram at vaksa, samstundis sum føroyskt vinnulív styrkir síni altjóða sambond.

Við hesum staðfestir 62°N Vinna sín leiklut sum ein týðandi viðspælari, ið byggir brýr millum føroyskar fyritøkur og altjóða marknaðin, og sum ein virkin drívmegi í menningini av føroyska vinnulívinum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!