Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvsvenjingin er góð og lærurík

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  25.04.2026 - 07:59 Myndarøð Tíðindi

Seinastu tvær vikurnar hava næmingarnir á Valskúlanum verið í starvsvenjing. Vanliga dámar næmingunum væl at royna seg ymsastaðni á arbeiðsmarknaðinum og einki undantak er fyri Ebbu, Lianu, Kristinu Margrethu og Sunnivu.  

 

Í morgun var Ebba komin á Skúlatrøð at gera eitt innslag fyri Kringvarp Føroya, har hon er í starvsvenjing. Hon stendur við lúkuna inn í køkin og prátar við Lianu, sum er í starvsvenjing í køkinum á Skúlatrøð. Hesa vikuna hevur Liana verið við til at gera matarlepan til matarskipanini.

- Ja, í dag fáa vit pestosnurlar og banan.

Í vogninum uttan fyri køkin liggja væl angandi pestusnurlar og bananir í ymiskum íløtum. Hetta sær út til at gagnast væl hjá næmingunum.

- Her er læruríkt at vera, og mær hevur dámt væl, sigur Liana.

Meðan tær standa og práta fortelur Ebba víðari Lianu um, tað hon hevur gjørt.  

- Eg havi gjørt alt møguligt, og tað er ordiliga fjølbroytt at vera í Kringvarpinum. Har eru fleiri ymiskar uppgávur, og í dag havi eg tosað við næmingarnir um nýggju lógina um sosialar miðlar og aldursmark.

 

Meðan Ebba og Liana halda fram at práta saman, sita Kristina Margretha og Sunniva niðri í innskúlingini á Skúlatrøð saman við næmingum í 1. flokki. Flokkurin arbeiðir hesa løtuna í ymiskum bólkum.

Eins og Ebba og Liana, lata Kristina Margretha og Sunniva væl at báðum farnu vikunum í starvsvenjing, sum hava verið bæði góðar og læruríkar.

- Vit hava verið við til at leggja undirvísingina til rættis, og tað hevur verið ordiliga stuttligt at vera saman við næmingunum.

Meðan tær práta, sita næmingarnir við borðið og líma pappírskúlur á ælabogar. Tær tosa við næmingarnar, sum sjónliga eru komnir at kenna tær væl.

Vit takka Ebbu, Lianu, Kristinu Margrethu og Sunnivu fyri prátið og ynskja teimum góða starvsvenjing, tað, sum er eftir. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…