Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-Skála

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.05.2026 - 06:38 Ítrottur Tíðindi

Í dag fær KÍ vitjan av Skála.

KÍ kann við sigri leggja seg á odda í deildini í øllum førum fram til mánakvøldið, tá B36-NSÍ hittast. Men tað er ikki vist, at KÍ fær nakran lættan dyst, hóast Skála liggur aftast í deildini. Tí Skála hevur vunnið stig móti B36, Víkingi og NSÍ, meðan allir hinir dystirnir eru taptir við einum máli. KÍ hevur nærum alt kappingarárið havt torført við at skapt dystir og skorað mál, men kanska er okkurt við at venda, tí KÍ hevur síðstu tveir dystirnar skorað tvey og trý mál á útivølli móti HB og B68.

Hjá KÍ kann KÍ koma at mangla nærum helvtina av sterkastu uppstilling vegna skaðar. Sebastian John, René S. Joensen, Gaston Tellechea, Hallur Hansson og Patrik Johannesen spældu ikki seinast og spæla neyvan heldur hesaferð. Hjá Skála hevur svenski Markus Reisi ikki spælt síðstu dystirnar.

Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 15.00. Dómari verður Dagfinn Forná.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár