Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólakonsert við Sissel og Eivør Við Tjarnir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.05.2026 - 20:45 Mentan Tíðindi

Fríggjakvøldið 18. desember 2026 kl. 20.30 kemur norska stjørnan Sissel Kyrkjebø til Føroya við Sissels Jul 2026. Konsertin verður Við Tjarnir, og serligur gestasangari verður Eivør.

 

 

Sissel hevur havt tríggjar útseldar og sera væleydnaða konsert í Føroyum, men hesaferð verður upplivingin ein onnur – ein jólakonsert við fullmannaðum orkestri.

Fyri mong eru eingi jól uttan Sissel. Við síni serstøku rødd og inniligu framførslu hevur hon í mong ár verið ein av fremstu røddunum í norðurlendsku jólatíðini.

Á konsertini verður eisini ein av sterkastu og mest sermerktu føroysku røddunum at hoyra, tá Eivør fer á pallin sum gestasangari. Eivør hevur við síni kraftmiklu rødd, inniligu tulkingum og serstaka tónlistarliga úttrykki vunnið sera stóran ans, bæði í Føroyum og uttanlands.

Saman fara Sissel og Eivør at skapa eina serliga jólauppliving, har tvær eyðkendar røddir møtast í einum huglagi av jólahugna, álvara, gleði og góðum tónleiki.

Norsk bløð hava róst jólakonsertunum hjá Sissel. Bergens Tidende skrivaði:

Eg hugni mær óført og havi fingið nýggja virðing fyri henni sum artisti – hetta haldi eg ikki, at nakar annar í hennara sjangru hevði torað.“

Avisen Agder lýsti konsertina soleiðis:

Sissel strálaði: Máttmikið, vakurt og skemtiligt.“

Í sambandi við konsertina verður møguleiki fyri gisting á Hotel Djurhuus.

Sissels Jul 2026 Við Tjarnir
Fríggjakvøldið 18. desember 2026 kl. 20.30

Keyp atgongumerki á www.tjarnir.fo
Prísur úr 595 kr.

Eventz Føroyar & Tjarnir

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…
Lands­nevndin hjá SU er skipað!