Lýsing
Lýsing
Lýsing
Betri Stuðul hevur latið 3,5 milliónir krónur í stuðli til um- og útbygging av Umsorganarheiminum Gloria í Klaksvík | Mynd: Dávur Winther

3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther  |  09.06.2026 - 14:00 Mentan Myndarøð Tíðindaskriv Tíðindi

Betri Stuðul hevur latið 3,5 milliónir krónur í stuðli til um- og útbygging av Umsorganarheiminum Gloria í Klaksvík

“Hetta snýr seg fyrst og fremst um fólk. Um at skapa ein stað, har menniskju kunnu kenna seg trygg og fáa møguleikan at byggja eitt støðugt lív uppaftur,” sigur Mamy Dahl Sørensen.

 “Vit eru sera takksom fyri stuðulin, sum ger tað møguligt at lyfta tilboðið upp á eitt hægri stig.”

Við verkætlanini verður sett enn størri fokus á at skapa eitt trygt og støðugt heim til fólk við sosialum trupulleikum. Tá arbeiðið er liðugt, verður pláss til fleiri búfólk – úr 8 upp í 13 – umframt verður tað 1 herbergspláss. Samstundis verða dagligu umstøðurnar betraðar, so tað verður lættari at fáa hjálp til gerandisligar tørvir sum røkt, klædnavask og máltíðir.

“Stuðulin er avgerandi fyri, at vit kunnu fremja ætlanina um at víðka og nútímansgera Umsorganarheimið Gloria, so vit kunnu hjálpa fleiri fólkum, sum hava tørv á einum tryggum og støðugum umhvørvi,” sigur Mamy Dahl Sørensen, ábyrgdarpersónur fyri verkætlanini.

Verkætlanin fevnir um bæði keyp og dagføring av verandi bygningi, umframt eina útbygging í tveimum hæddum. Samlaði kostnaðurin er mettur til umleið 15,5 milliónir krónur, har meir enn helvtin er eginfígging. Umframt stuðulin frá Betri-samtakinum er stuðul latin frá øðrum lokalum og ónavngivnum stuðlum. Tað er sjálvsognarstovnurin Gloria Fastogn, sum hevur yvirtikið bygningin frá Soli Deo Gloria.

Umsorganarheimið Gloria varð sett á stovn í 2017 og hevur síðani 2018 verið ein trygd hjá fólki við sosialum avbjóðingum. Í dag er verkætlanin fult í gongd, og væntast hon at verða liðug við ársenda í 2026.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Asfaltering av Kjalarvegnum
Atlantic Airways flýgur føroyskar áskoða…
Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroy…
3,5 mió. kr. til útbygging av Gloria
Rudda byggiplássið frammanfyri Varpið
Ari Samson vitjar Norðlýsið
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil