Lýsing
Lýsing
Lýsing
Gestirnir frá Århus vóru bilsnir av, at ein so lítil býur – við bert 5.000 fólkum hevði so nógv spennandi at bjóða - eisini við sera einum virknum vinnulívi. | Mynd: Dávur Winther

Norrøna felagið í Århus á vitjan

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  09.06.2026 - 08:57 Mentan Myndarøð Tíðindi

33 limir úr Norrøna felagnum í Århus høvdu teknað seg til Føroya-ferðina, sum vardi eina heila viku

 

Tað var Jens Christian Eldevig, sum er barnvaksin í Fuglafirði, ið var ferðaleiðari á ferðini og hevði lagt eina drúgva viku til rættis.

Jens Christian, sum eisini hevur búð nógv í Sisimiut, haðani mamman er frá, hevur arbeitt har hjá Blue Water – seinni í eisini í Ålborg og Århus, har hann nú býr.

Sisimiut og Klaksvík eru vinarbýir, og havi eg vitjað har í 2006, tá býurin hátíðarhelt sín 250 ára føðingardag.

21. juni 2025 – tjóðardag Grønlands – var eitt serligt hátíðarhald í Sisimiut, tá ið Bethels Kirkjan fylti 250 ár. Kirkjan var fraktað við skipi til Grønlands og goldin við 60 tunnum av spiki.

Gestirnir frá Norrøna felagnum í Århus komu til Føroyar mánadagin 1.  juni. Týsdagin vitjaðu tey í Nólsoy, sóu m.a. kirkjuna, Ovasavnið og vóru seinni á degi saman við Norrøna felagnum í Havn.

Mikudagin vóru tey í Løgtinginum, har Helgi Abrahamsen vísti runt. Vóru úti á Tinganesi, Tjóðsavninum, í Skálavík og sóu útbyggingarnar hjá Bakkafrost har – Hittu borgarstjóran, Linjon Christiansen, sum Jens Christian kennir væl frá Sisimiut, har Jens Christian hevur umskipað vørur frá bátum, Linjon hevur ført har yviri umvegis Blue Waater.

Hósdagurin var ein útferðardgur, koyrdu niðan á oyggja, sóu Koltur, Mjørkadal, fóru til Saksunar, Gjáar, Funnings og steðgaðu ymsa staðni eftir leiðini.

Fríggjadagin fóru tey umvegis Gomlurætt til Klæmintsgjógv, Hestur og Koltur og á heimleiðini løgdu tey at landi á garðinum í Kirkjubø.

Leygardagin vóru tey í Kunoy, Viðareiði og í Klaksvík. Á skrá var m.a. frágreiðing um Faroe-Ship við Símun Gullaksen, deildarleiðari, tey fingu eina rundvísing umborð á Christian í Grótinum, har stýrimaðurin Christian Djurhuus greiddi frá.

Síðani varð farið í Varpið, har Dávur Winther greiddi frá byggingini og rakstirnum av húsinum og um læknastríðið. Bogi Simonsen, søluleiðari á North Pelagic greiddi frá søguligari sølu av sild í Eystrasalti og har um leiðir, eisini sølu av rávøruni hjá Hvalnes í dag.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri vísti teimum Rótina og greiddi frá, at efturspurningurin at sleppa inn á henda hábærsliga skúlan, var stórur.

Nólsoyar Páls húsið sluppu tey eisini at síggja, har Archibald Black, bóndi og stigtakari greiddi frá um margfalda virksemið hjá Nólsoyar Páll. Eisini, at Nólsoyar Páll var langabbi langabban hjá Archibald.

Tey vitjaðu eisini Føroya Bjór og fingu ein góðan bita á Angus, áðrenn leiðin aftur lá til Havnar.

 

Hugtikin av Klaksvík

Hesir 33 gestirnir frá Århus vóru bilsnir av, at ein so lítil býur – við bert 5.000 fólkum hevði so nógv spennandi at bjóða - eisini við einum virknum vinnulívi. Nýmótans, rúmligt mentanarhús við øllum hentleikum, flott hotel á vegis, íbúðarblokkar, undrunarsaman húsarhaldsskúla, sum kundi so nógv. Ein endurskaptan søguligan bygning við so nógvari søgu.

Onkur teirra hevði verið her fyri 10 árum síðan, og var meir at kalla bilsin ella skelkaður av tí risa lopi inn í framtíðina, Klaksvík og serliga miðbýurin hevði verið fyri. Hetta kunnu tit saktans vera errin av, tóku fleiri teirra til og fegnaðust Klaksvíkar vegna. Hetta mugu tit fara væl um, løgdu tey afturat.

Sunnudagin nutu tey í Fuglafirði við at fara í kirkju og annars síggja kirkjuna. Síðani Riberhus og bátasavnið, Framherja, umframt at fáa ein bita á Muntra.

Síðani lá leiðin til Oyndarfjarðar at síggja Rinkusteinar, til Elduvíkar at síggja Marmennilin og til Tjørnuvíkar at hoyra Kingosang.

Eingin ivi um, at Norrøna felagið í Århus við Jens Christian Eldevig á odda, sum er ættaður úr Fuglafirði, verið nógv í Sisimiut og Ålborg umvegis Blue Water, hevur havt eina minniliga ferð í Føroyum. Leiðin lá aftur til Århus í gjár.

Norrøna felagið í Århus og aðra staðni við hava sum aðalmál at læra norðurlond betri at kenna og á tann hátt byggja brýr mentanarliga.

Eisini er umráðandi við norðurlendskari fólkaupplýsing og mentan av ymiskum slag at skipa so fyri, at borgarar skilja týdningin av at samarbeiða við norðurlendsku grannarnar.

Byggja ein sterkan norðurlendskan felagsskap, har vit saman vinna á avbjóðingum og sameina mið og mál fyri at hava eina heimsumfatandi ávirkan. Hetta snýr seg ikki bert um fíggjarliga styrki, men um felags virðir, søgu og mentan, siga tey.

Í ljósinum av heimsstøðuni – eisini so sum í Ukraina, er fatanin av og vinarlagið við grannar okkara umráðandi. Samstundis eru trygdarviðurskifti í okkara øki meira umráðandi enn nakrantíð, eru nøkur av aðalmálunum hjá Norrønufeløgunum – eisini í Århus.

Feløgini stuðla eisini undir vinarbýarsamstørv í Norðanlondum. Flestu býirnir hava eisini vinarbýarsamstar longur suður í Europa og heilt til Kina og Japan.

Vinarbýirnir hjá Klaksvík eru: Sisimiut, Kópavogur, Odense, Trøndheim, Norrkøping, Tammerfors og St. Pætursborg.

Norrøna felagið í Århus

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Norrøna felagið í Århus á vitjan
Heimskendir gospelartistar í Varpinum le…
Deiligt at síggja landsliðs­felagarnar
Lyfta er nú JLG-umboð í Føroyum
Útróður ein føroysk vinna og siðvenja un…
53 skótar úr Klaksvík á altjóða legu í D…
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum