Lív og livandi landsløg – søgur úr Føroyum
Fríggjadagin 12. juni, kl. 17 letur upp framsýning við verkum eftir Edith Mørkøre og Birgit Kirke.
Artist Talk millum Edith og Birgit
Framsýningin byrjar við samrøðu millum Edith og Birgit, ið m.a. fer at snúgva seg um, hvussu tað byrjaði, hvussu samstarvið hevur tikið form, og hvønn týdning stuttfilmurin, sum tær hava skapað og vísa í framsýningini, hevur havt í processuni. – Tær siga: “Vit ynskja at geva fólki eitt innlit í okkara felags listaferð, sum hevur leitt fram til hesa framsýningina í Gallarí Á Stongunum.”
Kristian Hansen spælir instrumental løg á guitar.
Ábit verður. Øll er hjartaliga vælkomin.
Framsýningin varðar 12. – 24. juni, og er opin soleiðis:
- Fríggjad. 12. juni, kl. 17-20
- Leygard. 13. juni
- Sunnud. 14. juni, kl. 14-20
- Mánad. 15. juni til mikud. 24. juni, kl. 16-18
Verkini á framsýningini fevna um figurativ, abstrakt og ekspressionistisk landsløg, skulpturar og grafikk.
Edith og Birgit eru báðar uppvaksnar í Føroyum. Hetta sæst væl í teirra frísku og til tíðir dramatisku lýsing av náttúruni. Tær hava sera ymisk listarlig úttrykk, Edith við sínum gerandissøgum, og Birgit við sínum lýsingum av landslagnum.
Við framsýningini seta listakvinnurnar sjóneykuna á fólkini og landslagið, og kanna hvørja ávirkan føroyska náttúran, veðri og ljósi hevur á teirra listarliga úttrykk.
Edith fortelur, “eg búgvi í Hoyvík og havi vakrasta útsýnið beint uttanfyri vindeygað, út yvir havið til Eysturoyar, norðoyggjar og Nólsoyar. Tað sæst týðiliga í mínum myndum, at eg havi náttúruna sera nær. Eg inndragi elementir beinleiðis úr náttúruni, og brúki sum reiðskap í míni tilgongd til listina. Íblásturin til listarliga arbeiði fái eg úr føroysku náttúruni, strukturunum í náttúruni, vøkstrinum, fuglalívinum, fólkunum, ljósinum, myrkrinum og mótsetningunum í skiftandi veðurlagnum í Føroyum.”
Birgit fortelur, “eg fái íblástur til verkini úr mínum føroyska uppruna. Náttúran og lívið við havið eru eitt afturvendandi tema í mínum verkum. Havið kring Føroyar hevur altíð fylt nógv í mínum tilviti, tað er nógvar ferðir størri enn landøkið og her er havútsýni allastaðni. Míni verk snúgva seg eins nógv um kenslur og kensluligar reaktiónir, sum um ávís støð. Eg skapi løtumyndir, sansaðar og endurmintar løtumyndir, miðlaðar í flótandi skiftinum millum tað afturkenda og abstrakta.”
Tær supplera hvørja aðra væl og hava gjøgnum árini luttikið á fleiri stórum framsýningum í mentanarhúsum, listasøvnum, listamessum og gallaríum í Føroyum og uttanlanda.