Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frá Vinnulívsráðinum í Klaksvík: Tænastustøðið av størsta týdningi!

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  21.08.2007 - 21:55 Eldri tíðindi

Í teimum stóru broytingartíðum sum vit í dag liva í, kunnu vit rokna við, at eisini vinnulívið ger justeringar og broytingar í sínum virksemi.

Vinnulívsráðið harmast avgerðinga hjá Skipafelagnum um at gevast við at sigla uppá Klaksvík, men vit mugu til eina og hvørja tíð góðataka, at vinnulívið frítt disponerar og leitar har tað metur sínar bestu møguleikar at liggja.

Uppgávan hjá øllum viðkomandi instansum í Klaksvík er at skapa vinnulívinum so góðar karmar at virka undir sum møguligt, soleiðis at tað framhaldandi eru ‘upplagt’ hjá flutningsfeløgunum at rekva virksemi í Klaksvíkar Havn.

Í sínum sambandi við umheimin er støðan hjá Klaksvík er fullkomiliga broytt bara seinasta árið. Norðoyatunnilin og nýggja havnin í Ánunum hava brotið allar stongslar, og vit mugu verða fyrireikaði til at hetta førir stórar broytingar við sær. Í slíkum broytingartíðum er tað givið, at vit koma at síggja nógvar nýggjar møguleikar, samstundis sum vit missa aðrar.

Týdningarmesti kappingarfaktorurin undir slíkum umstøðum er tað støðið í tænastum, vit megna at veita.

Jú hægri tænastustøðið, jú fleiri viðskiftafólk og feløg - so einfalt er tað.

Tí er tað ein týdningarmikil uppgáva beinanvegin at fáa stuðla uppundir at betra tænastustøðið.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni