Podcast røð: Tussj
Tussj til FK Cup
Flogbóltsárið er so smátt um at byrja.
Í hesum partinum av Tussj er Andreas farin á FK Cup í Tórshavn.
Hann prátar við:
- Kristian Oskar Hendriksen venjara hjá B71, sum sigur at B71 hevur lið í bestu deildini um 3 ár.
- Dávid Ryan CEV dómari, sum hevur dómaraskeið samstundis sum FK CUP er.
- Hákun Heinason frá Fleyr, ið hevur gódar vónir til kappingar ári vid nýggjum leikararum og venjara.
- Sirid Samson frá Mjølnir. Heldur at nú má greipan koma í hús, aftaná at hava vunnið steypakappingina tvey ár á rað.
- Jóhannus Johannessen frá Ternuni vónar at tað koma stig á kontoina í ár.
- Arthur Djurhuus Poulsen venjari hjá Ternuni, sleppur enduliga at venja Sofíu og Birgit.
- Kristina Knudsen Forkvinna og leikari hjá Fleyr, hevur góðar vónir nú tær hava fingið nýggjan venjara og styrk aðrastaðni frá.
- Hjørtur Sólstein frá ÍF, vónar at teir ungu gera tað væl í ár.
- Jakobina Joensen frá KÍF, sær ljóst uppá eitt nýtt kappingarár við einum nýgjum venjara.
- Kaposi Tamás venjari hjá TB, skal menna tað unga TB liðið.
Andreas Reinert Zachhau er vertur. Myndirnar eigur Fleyr.
Sendingin er stuðla av Klaksvíkar kommunu, JFK, Norðoya Litbúð og Norðhús.
Hoyr samrøðuna niðanfyri.




