Podcast røð: KÍ Varpi
Video: KÍ fjepparar í Riga
Spenningurin økist til stóra brakið í kvøld. Týdningarmiklasti dysturin í árinum skal spælast í Riga í kvøld, har seinasti møguleiki hjá KÍ at náa deildarspælinum stendur á skránni.
Stemningurin millum fjeppararnar er í hæddini, og KÍ sangurin hevur rungað í “down town Riga”.
Dysturin byrjar í kvøld kl. 18.00 og kann síggjast á Kí Varpinum: Start | tv.ki.fo


