Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

Nær verða skaddu KÍ-leikararnir aftur?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  17.04.2024 - 23:54 Ítrottur Tíðindi

Vit hava tosað við Haakon Lunov um skaðastøðuna í KÍ.

Tá KÍ endaði kvøldsins venjing, so vóru 11 leikarar, sum antin ikki luttóku ella ikki fullførdu venjingina. Teir vóru René S. Joensen, Mads Bo Mikkelsen, Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen, Cedric Yambere, Jonn Johannessen, Patrick Da Silva, Claes Kronberg, Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Hallur Hansson. Norðlýsið hitti KÍ-venjaran eftir venjingina fyri at geva KÍ-viðhaldsfólkunum eina hóming av skaðastøðuni og nær hesir leikararnir kunnu væntast aftur í dysti.

 


Tríggir eru langt vekk

Felags fyri allar skaðarnar sigur Haakon Lunov:

- Tað er trupult at seta tíðspunkt á, nær leikarar verða aftur. Tí tað sum er galdandi fyri allar skaðar er, hvussu leikarar ’’reagera’’ uppá venjingarnar, tá teir byrja at venja aftur.

Niðanfyri hava vit sett eina meting upp útfrá samrøðuni vit KÍ-høvuðsvenjaran um, nær leikararnir væntast aftur í dysti. Men í fleiri førum skal hetta takast við fyrivarni, tí av royndum veit man, at ymiskt kann koma uppí, sum broytir prognosunar.

 


Óvist, men mest sannlíkt síðst aftur:

Hallur Hansson

Skal til víðari kanningar í Danmark í næstum. Ógreitt er, nær hann verður tøkur aftur.

 


Juni-juli:

Heini Vatnsdal

Odmar Færø

KÍ-venjarin hevur vónir um, at báðir teir royndu miðverjarnir verða tøkir, tá altjóða dystirnir byrja ella har áleið, sum er síðst í juni-fyrst í juli.

 


Stutta tíð, men neyvan til B68-dystin:

Claes Kronberg

Patrick Da Silva

Jonn Johannessen

Cedric Yambere

 


Kanska tøkir til B68-dystin:

Mads Bo Mikkelsen

Deni Pavlovic

René S. Joensen

Jákup B. Andreasen

 


Málið er at hava 80-90 % tøkar

- Tá HB-dysturin endar, so var 62 % av hópinum tøkt. Tá er ikki lætt at skapa úrslit, men rós til teir, sum spældu, tí tað var ein javnur dystur, sum vit taptu uppá ein deyðbólt. Men har velji eg at hyggja eftir, hvussu góðir vit kunnu verða, tá vit koma uppá 80-90 % av hópinum tøkt, sum er har, sum vit eiga at liggja, sigur Haakon Lunov.

 


Gera átøk

- Sum felag mugu vit læra av hesi støðuni, og tað eru har, at vit hyggja í løtuni. Eitt átak í hesum er, at vit nú hava GPS-tól á leikarunum, har vit so fáa tøl uppá teir fyri venjingar og renningar. Men hetta er júst byrjað, og vit hava eingi tøl aftur í tíð. Høvdu vit havt tøl yvir longri tíðarskeið so vistu vit betri, hvar markið er fyri hvønn leikara í mun til skaðar.

Men tað eru nógv viðurskifti sum spæla inn, tá so nógvir skaðar raka hópin. Tá vit hava 80-90 % tøkt av hópinum, tá hava vit gjørt nøkur framstig og lært av støðuni, sigur Haakon Lunov við Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
Er bilurin klárur til summarið?
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…
Legendariskur írskur sangari á Summar Fe…
Norð Festivalu­rin: Skráin tekur skap
Heima­ráð­gevingin víðkað
Myndir frá framsýningini
Saman eru vit sterk
Várdagur í SMS