Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  23.04.2024 - 19:27 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum) KÍ-HB bresta saman í kappingini um løgmanssteypið, har alt skal avgerast hetta kvøldið.

Kappingin um løgmannsteypið byrjar mikukvøldið, tá 1/8 finalurnar í kappingini um løgmanssteypið verða. KÍ hevur mangan havt tað við at trekt okkurt av toppliðunum tíðliga í steypakappingini, og soleiðis bleiv eisini í ár.

 


2-0 til HB í dystum

Hyggja vit eftir hagtølunum millum hesi bæði liðini í 2024, so peikar alt á HB. Tí bæði í stórsteypadystinum og í landskappingini vann HB á KÍ. Í báðum førum var KÍ favorittur. Báðir dystirnir vóru í Havn, so hesaferð broytast umstøðurnar við at KÍ hevur heimavøll, sum eigur at fáa ein týdning fyri møguleikarnar hjá KÍ at vinna dystin.

 


HB hevur verjukendan spælistíl

Spælistílurin hjá HB higartil í 2024 er ikki tann, sum vit vanliga binda við HB, sum gjøgnum tíðirnar hevur verið kent fyri álopsfótbólt. Men HB hevur fingið nýggjan italskan venjara og italskum venjarum líkt, so verður dentur fyrst og fremst lagdur á gott og vælskipað verjuspæl. Hetta við at byrja frá verjupartinum er tó ikki ókent fyri nýggjar venjarar í feløgum, men so vil tíðin vísa, um HB fer at mennast í álopspartinum.

Hinvegin kann staðfestast, at HB hevur fingið eina góða byrjan við nýggja konseptinum. Tað er bara í Norðragøtu, at HB hevur tapt. Og tá eru fleiri leikarar komnir seint í hópin umframt, at nógvir skaðar hava verið.

 


KÍ í stórum trupulleikum

KÍ hevur hinvegin havt stórar trupulleikar í ár, og í løtuni er lítið sum bendur á, at KÍ skal verða við í kappingini um FM til tað síðsta, tí tað eru longu tríggir dystir taptir og fyrstu ábendingarnar eru ofta eftirfarandi fyri, hvat hendir restina av árinum. Sigrarnir hava eisini í fleiri førum veri sera teprir. Móti B36 vóru nakrir skaðar, men annars hevur ikki borið til at skylda uppá skaðastøðuna, tí teir flestu skaðarnir vóru kendir væl áðrenn kappingarbyrjan, og tí vóru møguleikar at handla útfrá tí støðuni. Burtursæð frá hesum langtíðarskaðum hevur KÍ neyvan havt nógv fleiri skaðar enn hini liðini.

 

Leitandi KÍ-venjari

KÍ hevur nýggjan høvuðsvenjara í ár í norska Haakon Lunov. Og talan hevur verið um ein leitandi venjara. Bæði tá tað kemur til at seta liðið, at finna rætta plássið til leikararnar og at finna eina nøktandi leikskipan. Hetta sást væl í síðsta dystinum móti HB, har KÍ byrjaði í eini 5-3-2 leikskipan, har fleiri leikarar eisini spældu á óvandum plássum.

 

Vinnarin av steypakappingini fær helst Evropafyrimunir

At vinna løgmanssteypið kann hava týdning í mun til at enda á plássunum 2-4. Tí steypavinnarin 2023, ið var HB, byrjar í 2. umfari í Conference League í ár, meðan liðini, sum spældu seg í Conference League umvegis landskappingina, Víkingur og B36, byrjar í fyrsta umfari. Tað sama hendur mest sannlíkt fyri steypavinnaran í 2024, og tað er eisini ein møguleiki, um føroysku liðini fara at fáa góð úrslit í altjóða kappingunum í summar, at steypavinnarin byrjar í 1. umfari í Europa League sum merkir, at steypavinnarin skal spæla minst fýra altjóða dystir í 2025.

 


Meting

Lagt er upp til ein spennandi dyst í Klaksvík mikukvøldið. HB hevur siðvenjuna í steypakappingini og innanhýsis dystir í ár í sínum parti, meðan KÍ hevur heimavøllin og eitt lið, sum á pappírinum útfrá úrslitum undanfarnu ár eigur at verða betri enn HB. Tað farna hjálpir tó einki til hendan dystin. Taktiskt verður áhugavert at síggja dystin, tí tá liðini spældu landskappingardystin vóru bæði liðini sera varðin, og talan bleiv av tí sama um ein vánaligan fótbóltsdyst, har tað eisini vóru nógv teknisk mistøk. Hesin dysturin kann fara báðar vegir, men á heimavølli liggur tað meir til KÍ, sum heldur ikki vil leggja rygg til trý tap á rað móti HB. Tipping: 1 (2-1)

 


KÍ-HB spæla 24. apríl kl. 18.30. Dómari verður Kári á Høvdanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin
Ósakligt trýst frá læknum á politiska my…
Bátafestivalu­rin á Toftum
Lygonis á vitjan
Hallur Johannesen 30 ár á Strandferðslun…
Stjørnan hevur aðalfund í kvøld
Hugnakvøld í El-In
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Virkin spurnarkapping
Útvarpið letur seg brúka ókritiskt
Stórsligið norð­urlendskt sangtiltak í Ke…
Útróðrarbátar­nir fáa fyrimunir á Føroyab…
Konsertfyriskipara­felagið hevur skipað s…
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Semjan sigur tað øvuta av tí, samgongan…