Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Verður Espen Haug varandi loysnin hjá KÍ?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.05.2024 - 10:38 Ítrottur Tíðindi

Tað spurdu við høvuðspersónin sjálvan um eftir dystin í gjár.

Espen Haug hevur fingið eina góða byrjan sum høvuðsvenjari hjá KÍ, har hann er fyribils venjari, meðan KÍ hyggur eftir, hvør skal verða høvuðsvenjari framyvir. Hann kom til Føroyar sum hjálparvenjari hjá Haakon Lunov, men teir kendust ikki frammanundan, hóast teir vistu um hvønn annan.

KÍ hevur vunnið allar tríggjar dystirnar undir Espen og hóast tað ikki hevur sæð so pent út altíð, so tykist liðið mennast. Tað fara færri mál ígjøgnum og móti Víkingi spældi KÍ sín besta dyst í ár í mun til styrki á mótstøðuni.

Tað hevur ljóðað, at ein møguleiki er, at Espen Haug, sum hevur verið høvuðsvenjari í Norra í 16 ár, verður sitandi sum høvuðsvenjari, men trupulleikin við tí er, at hann hevur ikki A-venjaraútbúgving. Hann hevur verið nógv venjari í triðbestu deildini í Norra, og har er bara krav um B-venjaraútbúgving. Espen Haug byrjaði uppá A-venjaraútbúgvingina fyri nøkrum árum síðani, men gjøgnumførdi ikki m.a. tí, at hann skifti felag um tað mundi.

- Eg havi tikið alt tað praktiska í sambandi við A-venjaraútbúgvingina hjá UEFA. Eg mangli eina ástøðiliga uppgávu, og tað arbeiði eg við at loysa saman við fótbóltssambandinum í Norra og Føroyum, sigur Espen Haug við Norðlýsið.

 


Stórtrívist í KÍ

Espen Haug fjalir ikki útyvir, at hann stórstrívist í KÍ, sum hevur tikið sera væl ímóti honum frá dag eitt. Vit spyrja, um hann tekur av, um hann fær møguleikan at verða fastur høvuðsvenjari og tað ber til viðvíkjandi pappírunum.

- Eg havi ikki hugsað so nógv um tað. Tað hava verið serligar umstøður við venjarabroyting, og tað var ein torfør tíð. So vit sum venjarar hava havt sum uppgávu at samlað hóp og felag í hesi tíðini. So vit hava ikki tosað nógv um framtíðina, men tað er klart, at eg havi fingið sera sterkar kenslur fyri KÍ, Klaksvík og Føroyum. So tað vildi verið freistandi, men samstundis eru tað aðrar umstøður sum spæla inn. M.a. havi eg eina familju heima í Norra, og tað er nakað annað at verða høvuðsvenjari enn hjálparvenjari. Tað sum eg eri upptikin av er, at KÍ sum felag verður nummar eitt. So koma eg og onnur í aðru røð. So vit fáa at síggja, hvat hendir, sigur hann við Norðlýsið.

Hann sigur, at hópurin hevur taklað umstøðurnar síðstu vikurnar væl.

- Eg haldi, at leikarar og felag hava taklað støðuna sera væl. Teir hava tikið væl ímóti mær og restini av venjaratoyminum, sigur Espen Haug.

 


Tað er sostatt ógreitt, um tað er møguligt, at Espen Haug verður høvuðsvenjari hjá KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Møguliga nýggjur ungur føroyingur í KÍ-h…
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…
Laksur er Føroya olja
Pýramidan skal vendast
Ólavur er nú EB/­Streymari
Hamradun á Summar Festivalin
Skyn Cup 24 í Gundadali
10 spurningum (og svar) um kristnu trúnn…
EM-Skotið: Portugal kemur langt
Nógv drift á Djúpumýru
BEINLEIĐIS - EM studio í Betri Banka
Suðuroyar Sparikassi stuðlar flogbóltinu…
Klassisk heimspremiera í Varpinum
Norðoya­tunnilin stongdur
Kokkahjálpari fingið prógv á TSK
Elduvíkarvegurin
Økistónar fara av bakkastokki
Nýggjur samskipari settur á Báta- og lis…
Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð