Lýsing
Lýsing
Lýsing

Foreldur fáa hægri barsislútgjald

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  13.05.2024 - 11:15 Politikkur Tíðindaskriv

Løgtingið samtykti í morgun uppskotið frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu um at hækka mánaðarliga hámarkið upp í 30.000 kr. Upphæddin hevur annars verið 25.000 kr. í nærum 20 ár.

 

Við broytingunum verða umstøðurnar nýútbúgvin eisini betri barsil. Frameftir verður lestrarstuðulin eisini verður taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir. Tað hevur við sær, at ný útbúgvin foreldur, ið møguliga ikki hava verið so nógv á arbeiðsmarknaðinum undir lestrinum, verða betri stillaði, tí útrokningargrundarlagið nú verður hægri.

 

Tað var eisini ein samd Rættarnevnd, sum tók undir við uppskotinum og mælti Løgtinginum at samtykkja tað. Í viðmerkingunum vísir nevndin á, at fyrsta tíðin við barninum hevur stóran týdning, og tí er tað gott, at vit hava eina góða barsilsskipan, har  foreldur kunnu vera heima við nýfødda barninum og samstundis varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

 

Somuleiðis er breið politisk semja um at gera fleiri broytingar í barsilslógini í komandi tingsetu. Tá verða m.a. hesi evni tikin upp: betri sømdir til foreldur at tví- og fleirburum og ov tíðliga føddum børnum, minsta útgjald og fleksibilitetur, tá ið barsilsfarloyvið skal leggjast til rættis.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Møguliga nýggjur ungur føroyingur í KÍ-h…
Klaksvík­ingur vann aftur
Búnaðargrunnu­rin hevði avlop í 2023 og…
Laksur er Føroya olja
Pýramidan skal vendast
Ólavur er nú EB/­Streymari
Hamradun á Summar Festivalin
Skyn Cup 24 í Gundadali
10 spurningum (og svar) um kristnu trúnn…
EM-Skotið: Portugal kemur langt
Nógv drift á Djúpumýru
BEINLEIĐIS - EM studio í Betri Banka
Suðuroyar Sparikassi stuðlar flogbóltinu…
Klassisk heimspremiera í Varpinum
Norðoya­tunnilin stongdur
Kokkahjálpari fingið prógv á TSK
Elduvíkarvegurin
Økistónar fara av bakkastokki
Nýggjur samskipari settur á Báta- og lis…
Dagtilhaldið Sóljan eitt virkið tilboð