Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Sættu ferðina ímóti Lettlandi

SKRIVAÐ: FSF  |  10.06.2024 - 23:22 Ítrottur Tíðindi

Fyri sættu ferð skal føroyska A-landsliðið við monnum royna seg í altjóða dysti móti Lettlandi, og higartl hava úrslitini – sæð við føroyskum brillum – verið góð.

 

Håkan Ericson og hansara menn leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til seinna dystin í Baltic Cup 2024, sum verður ímóti Lettlandi.

Seinnapartin í gjár kom føroyski hópurin til Liepaja, sum liggur heilt har vesturi í landinum, og í dag hevur venjing verið á Daugava stadion, har dysturin móti lettlendingum verður í morgin klokkan 17:00, sum er klokkan 19:00 økistíð í Lettlandi.

Tapið fyri Estlandi var eitt stórt vónbrot, og tað er tískil einki at ivast í, at bæði venjarar og spælarar vilja reisa seg, nú mótstøðuliðið er Lettland, sum leygardagin tapti 2-0 á heimavølli fyri Litava.

Í A-landsliðshøpi við monnum hava Føroyar og Lettland møtt hvør øðrum fimm ferðir áður. Fýra dystir eru endaði við javnleiki, meðan Føroyar hava vunnið ein. Tað var í undankappingini til EM 2018, tá Føroyar tann 7. oktober í 2016 vunnu 2-0 á Skonto stadion í Riga. Málini gjørdu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson.

Landsdysturin millum Lettland og Føroyar byrjar klokkan 17:00, og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu sluppir­nar í Klaksvík fóru alla…
120 børn á Másheyggi
Tríggir glaðir kokkar
Meting: HB-KÍ
Klaksvík­ingur vann spennandi jóansøkuróð…
Víðagitni rannsóknarfara­rin í Klaksvík a…
Borgar­stjó­rin, Karl H. Johansen sjeyti á…
Rentulækking í Norðoya Sparikassa
25 ára starvsdagur/­fráfar­ingar-móttøka
Próvhandan á Sjónámi
Nú mugu vit standa saman!
- Eg fari hagar, vindurin førir meg
Brúkiligur fiski­skapur eftir gulllaksi
Julianna Matras og Mathea Jensen fara úr…
Hedegaard
Kongshjúnavitjan á sumri 2025
Gudny og børn spæla sjáldsama konsert
Endur­nýtslan stongd fram til 1. juli
Nýggjur varaleiðari í Nema handlinum í K…
USS New Hampshire í Nólsoyarfjørð