Lýsing
Lýsing
Lýsing

Baldursbrá nýtast til bygdarhús

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  28.06.2024 - 14:10 Tíðindi

Í vikuni undirskrivaðu Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Kaj Askham, formaður í bygdarfelagnum Heimrustin, undir avtalu um, at bygdarfelagið kann nýta hølini hjá dagstovninum Baldursbrá, tá ið bygdarfelagið skipar fyri tiltøkum á Norðoyri.

 

Kaj sigur, at higartil hevur bygdarfelagið nýtt dagstovnin eitt nú til ruddingardagar, tá jólatræið verður tendrað, og líknandi tiltøk, men nú er gott, at avtalan er formaliserað.

Karl H. Johansen, borgarstjóri, er somuleiðis fegin um avtaluna.

– Í dag búgva 157 fólk á Norðoyri. Tí kunnu vit siga, at Norðoyri er tann bygdin í Norðoyggjum við størst fólkavøkstri. Tí haldi eg, at Norðoyri hevur tørv á einum tilhaldsstaði, sum kann nýtast, tá tiltøk eru í bygdini.

Avtalan inniber, at bygdarfelagið kann nýta hølini uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og at virksemið skal ikki órógva dagliga virksemið í dagstovninum. Somuleiðis skal øll nýtsla av húsinum gerast í semju við leiðaran fyri dagstovnin.

Avtalað er, at tá tiltøk eru í húsinum, skal bygdarfelagið skipa fyri reingerð, soleiðis at hølini aftur eru í sama standi og klár til virksemið hjá dagstovninum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ møtir SFK Sarajevo
Hópuppsøgn frá starvs­fólkum orsøk til fr…
Havi bíðað í 46 ár - Eg var ikki heppin,…
Samráðingar­nar við KAF slitnaðar og semi…
Vøllurin á Djúpumýru handaður
Flottasta mál við Djúpumýrar nakrantíð?
Konsert í Christians­kirkjuni
Mildrid: Skriv til Edvard Heen
Grind í Gøtu
Røddin eftir valið
KÍ vann 4-2 á B36 í kvøld
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…