Lýsing
Lýsing
Lýsing

Odmar, Hallur og Heini venja við aftur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.07.2024 - 21:55 Ítrottur Tíðindi

Tríggir av teimum, sum enn ongan minutt hava spælt í ár, hava í vikuni vant við í stórum pørtum av venjingunum.

Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Hallur Hansson. Felags fyri teir allar landsliðsleikararnar er, at teir hava ongan minutt spælt í ár vegna skaðar.

Tað hevur verið torført at fingið greiðu á, nær ella um teir fara at spæla aftur. Men nú er ábendingar um, at teir nærkast at kanska kunna spæla aftur. Í hesi vikuni hava allir tríggir havt venjingar við liðnum, har teir hava fullført ella næstan fullført heilar venjingar.

Enn er tó ov tíðliga at siga nakað um, nær teir kunnu spæla dystir aftur, tí tað skulu helst nakrar vikur av venjingum til, áðrenn teir kunnu roknast sum klárir til nakran stóran leiklut. Og so vil tíðin vísa, um teir halda til regluliga venjingar yvir tíð. Enn hava teir bara fingið fyrstu venjingarnar afturum.

Av hinum leikarinum var René S. Joensen eisini við í pørtum av kvøldsins venjing. Hann hevur ikki verið uttanfyri leingi og væntast í øllum førum tøkur til Champions League um eina viku.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ møtir SFK Sarajevo
Hópuppsøgn frá starvs­fólkum orsøk til fr…
Havi bíðað í 46 ár - Eg var ikki heppin,…
Samráðingar­nar við KAF slitnaðar og semi…
Vøllurin á Djúpumýru handaður
Flottasta mál við Djúpumýrar nakrantíð?
Konsert í Christians­kirkjuni
Mildrid: Skriv til Edvard Heen
Grind í Gøtu
Røddin eftir valið
KÍ vann 4-2 á B36 í kvøld
Fiska á ymiskum leiðum
Norðlýsið nú á Stoksoyra
Ovasta hæddin á Dávavirki­num til leigu
Nú vita vit hvussu nógvum serlæknum tørv…
Summarlegan manglar nakrar hendur aftura…
Nevndin skipað seg
Upptakt: KÍ-B36
Hagafundur fyri Uppsalahaga
Straight Ahead Veðraplátan er loksins af…