Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

10 milliónir meira til kjarnuvirksemið

Tíðindaskriv

Landsverk klænkar bygnaðin og flytir 10 milliónir krónur frá umsiting til sjónligt kjarnuvirksemi hjá stovninum. Sum ein avleiðing minkar starvsfólkahópurin við 12 størvum, harav 8 fólk verða søgd úr starvi.

Á sumri í 2019 bað landsstýrismaðurin í samferðslumálum um at fáa lýst og mett um virksemið hjá Landsverki. Partur av arbeiðssetninginum var at endurhugsa tilverugrundarlagið fyri stovnin. Landsverk hevur í dag handað landsstýrismanninum í samferðslumálum hesa frágreiðing.

Frágreiðingin lýsir, hvussu leiðslan heldur, at kjarnuuppgávurnar hjá Landsverki skulu loysast, hvørji átøk Landsverk setur í verk, og hvørji átøk Landsverk mælir til uttanfyri stovnin.

Leiðslan ásannar, at arbeiðið ikki hevur verið gjørt til fulnar í nøkrum av teimum stóru verkætlanum, ið Landsverk hevur havt um hendi. Her fremur man ábøtur í mannagondum og samstarvsmodellum.

 

Høvuðsátøkini hjá Landsverki eru hesi:

Rationaliseringar og sparingar.
Átøk at betra um leiðsluna av stórum verkætlanum.
Umraðfestingar og skift av fokus á Landsverki.

Torførar, men neyðugar avgerðir

Í arbeiðnum at lýsa kjarnuppgávurnar og eyðmerkja neyðugu átøkini er leiðslan farin ígjøgnum virksemið hjá Landsverki. Tað gjørdist leiðsluni greitt, at ójavni var í bygnaðinum.

Seinastu árini hevur verið ein øvugt gongd, har lønarparturin hevur verið hækkandi, meðan peningur til landsvegakervið og viðlíkahald, sum er ein kjarnuuppgáva hjá Landsverki, hevur verið lækkandi.

“Vit hava í dag tikið fleiri torførar, men neyðugar avgerðir. Tað er okkara skylda at tryggja, at borgarans peningur verður nýttur so skynsamt sum gjørligt, og at so nógv sum møguligt verður nýtt til kjarnuvirksemið hjá Landsverki. Hesar raðfestingarnar merkja, at Landsverk uppá 10 ár, kann brúka 100 milliónir krónur meira uppá landsvegakervið og bygningar við somu játtan. Tað kemur borgarin at merkja”, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki.