Í dag tekur Norðlýsið í nýtslu eina nýggja útgávu av heimasíðuni. Síðan er ment í samstarvi við fyritøkuna Lunnar
Nýggja heimasíðan minnir um gomlu útgávuna, men fleiri týðandi tillagingar og betringar eru gjørdar. Millum størstu nýggju loysnirnar eru:
1. Leitifunkan er munandi betri, so brúkarar skjótari finna greinar og innihald.
2. Síðan er nú bygd á WordPress og block editor, sum ger tað lættari og skjótari at leggja út og viðlíkahalda innihald.
3. Ítróttarsíðan og veðursíðan rigga longu betur, og her koma fleiri møguleikar og betringar seinni.
4. Hagtølini geva nú nógv betri innlit í, hvørjar greinar, lýsingar og evni skapa áhuga hjá lesarunum.
5. Nýggja loysnin gevur eitt betri grundarlag fyri víðari nýmenning, so til ber at byggja fleiri hentleikar oman á skipanina framyvir.
Til stuttleikar kann nevnast, at í skrivandi løtu liggja 81.085 greinar á heimasíðuni. Elsta greinin er frá 11. november 2002 – eitt sera rúgvusmikið greinasavn.
Royni tykkum við at trýsta runt á síðuni.




