Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Tit hava skapt eitt nýtt kennimerki fyri Klaksvíkina…..OG fyri allar Føroyar!

Jóhann Lützen

segði Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands millum annað í røðu sínari, tá upplatingarveitsla varð fyriskipað á KG fríggjadagin.

Vit prenta røðuna niðanfyri.

KG veitsla 26. Juni 2026

Harra Løgmaður,

góðu klaksvíkingar,

góðu føroyingar

…og øll tit ið varða av KG!

Fyri eini tíð síðani varð eg siterað í Norðlýsinum fyri at siga, at hetta nokk fór at gerast flottasta gistingarhúsið í Føroyum. Nú vit skoða verkið her í dag, má eg bara siga, uttan at vilja taka nakað frá nøkrum øðrum, at eg faktiskt haldi at eg fekk rætt! 😊

Tí hetta er ikki bara eitt nýtt gistingarhús. Hetta er eitt gistingarhús við ambitiónum, við góðsku og við einum serligum samleika, har havið er snúningspunktið. Eitt stað, sum er skapt við virðing fyri umhvørvinum, fyri býnum og fyri teimum gestum, sum fara at koma higar frá nær og fjar.

Og kanska er tað heldur ikki so løgið, at úrslitið er vorðið so gott og serligt sum tað er. Tí í hesum HM-tíðum, freistast ein til at siga, at tit við Johannesi Jensen og Osbirni Jakobsen, hava haft bæði Messi OG Ronaldo á tykkara liði samstundis.

Klaksvíkin hevur sum kunnugt í ættarlið verið kend sum fiskivinnu-høvuðsstaður Føroya. Her hevur havið skapt arbeiðspláss, trivnað og menning. Her eru fólk von við at hugsa stórt, arbeiða hart og skapa virðir. Tað er ein týðandi partur av samleikanum hjá tykkum. Og í dag síggja vit enn eitt dømi um tað, tí opnanin av KG er eitt stórt tekin um trúgv upp á framtíðina. Um dirvi at gera íløgur. Um vilja at menna býin og troyta nýggjar møguleikar.

Við hesum gistingarhúsinum tekur Klaksvíkin eitt stórt og týðandi stig inn í ferðavinnuna. Ikki tí at fiskivinnan skal fylla minni, men tí at býurin nú leggur eina nýggja og sterka vinnugrein og súlu afturat teimum styrkjum, hann longu hevur. Víst er, at eitt gott gistingarhús styrkir allan býin og ger hann enn meira spennandi sum stað at vitja, arbeiða og búgva í. Og ikki minst kemur hetta staðið eisini at geva fólkunum ið her búgva eina nýggja og spennandi hurð út í heim.

Ferðafólk, vinnufólk, ítróttarfólk, ráðstevnugestir og onnur vitjandi fáa nú eitt stað, sum stendur mát við tað besta, vit finna í Føroyum. Eitt stað, sum ger tað lættari at velja Klaksvík sum ferðamál og fundarstað, at steðga á, uppliva býin, náttúruna, mentanina og tað serstaka gestablídnið, sum eyðkennir Norðoyggjar.

At enda vil eg takka tykkum, eigarum og leiðslu, sum hava havt visiónina, dirvið og orkuna at gera hesa stóru verkætlan til veruleika. Tit hava skapt eitt nýtt kennimerki fyri Klaksvíkina…..OG fyri allar Føroyar! Ein serstøk blóma er hervið komin afturat í føroysku ferðavinnubukettina og tað fegnist eg almikið um.

Má hetta gerast eitt stað, har fólk kenna seg vælkomin, har nýggj sambond verða knýtt, og har góð minni verða skapt í nógv ár framyvir. Hjartaliga tillukku og allarbestu eydnu við arbeiðinum! Takk fyri!