Í dag hevur Jóngerð Miðjord 30 ára starvsdag á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Í trý áratíggju hevur Jóngerð verið ein álítandi og virðismikil partur av køkinum, har hon dagliga hevur verið við til at gera góðan og vælsmakkandi mat til sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk. Hennara trúfesti, arbeiðssemi og góða lyndi hava sett síni spor og havt stóran týdning fyri mong.
Dagurin varð hátíðarhildin saman við starvsfeløgum við einum hugnaligum brunchi og góðari samveru.
Vit ynskja henni hjartaliga tillukku við starvsdegnum og alt tað besta í komandi árunum.





